Rindar vinnurekandi felag ikki skuld innan ásetta freist, fær tað eitt áminningarskriv frá TAKS um skuldina. Um eftirstøðuna, sum vit siga. Brævið kunnar um upphædd og gjaldsfreist, og rindar felagið, áðrenn freistin er farin, verður ikki meira gjørt við málið.
Verður ikki rindað, ella felagið ikki vart við seg, fer málið til innheintingardeildina hjá TAKS.