Skriva út

Hvat er mvg?

Mvg er stytting fyri meirvirðisgjald og er ein prosentupphædd, ið Løgtingið leggur á vøru og tænastu fyri at fáa inntøku til landskassan. Skipanin kom í gildi við mvg-lógini tann 1. januar 1993.

Mvg'ið er 25%

Tað merkir, at fyritøkur skulu leggja 25% aftur at kostnaðinum av vørum og tænastum sínum.

Fýra ferðir um árið skal mvg´ið gerast upp og flytast til TAKS, ið umsitur skipanina vegna landið.

Meira at vita um mvg?

Hygg undir snarslóðum. Les til dømis, nær man skal rokna mvg, hvussu man mvg-skrásetir seg, og hvussu man letur inn mvg-uppgerð.