Lurta

Lat mvg-uppgerðina inn á Vinnuglugganum

Tríggjar minuttir og ellivu sekund. So skjótt er at avgreiða mvg-uppgerðina á Vinnuglugganum. Tað er sum at stinga frens og kostar 0 krónur. Við brævi er seinni og kostar 250 krónur hvørja ferð. Tað eru 1.000 krónur um árið, hvørt ár.

Ikki roynt Vinnugluggan?

Fá ein brúkara og prøva. Heinta umsóknina undir oyðubløðum her á síðuni. Hon eitur "Umsókn um at gerast brúkari av Vinnuglugganum".

Avmynda útfyltu umsóknina og send myndina/myndirnar til taks@taks.fo. Tú kanst eisini senda útfyltu umsóknina við brævi til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.

Nakrir fáir dagar, og tú kanst brúka Vinnugluggan eins og 4.000 onnur vinnurekandi.

Ivast tú í onkrum?

Ring til kundatænastu okkara á 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 12 ella skriva til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.

Tú kanst eisini bíleggja eitt svar, og vit ringja teg upp aftur, tá tú hevur tíð.

Les annars meira um Vinnugluggan á taks.fo/vinnugluggin. Vitja hann á vinnugluggin.fo.