Bussar
(Akfør, ið hava minst níggju sitipláss umframt føraraplássið).
Rutuflutningur
Rutuflutningur við bussi er mvg-fríur. Við rutuflutning skal skiljast fastur almennur fólkaflutningur eftir fastari ferðaætlan, har endamálið er at flyta fólk millum daglig áhugamál – t.d. millum heim, arbeiði og skúla.
- Mvg-viðurskifti: Veitarar skulu ikki mvg-skráseta seg og ikki krevja mvg. Teir hava ikki rætt til mvg-frádrátt fyri útreiðslur, sum eru knýttar at tænastuni.
- Undantøk: Eingi.
- Onnur viðurskifti: Dømi um rutuflutning er bygdaleiðir. Bussarnir hava støddina, koyra eftir fastari tíðarætlan, steðga við føst støð, og øll kunnu nýta tænastuna. Hon er ikki heldur avmarkað til kommunalt ella alment virksemi, og privat kunnu eisini reka hana.
- Útveiting: Verður bussur leigaður út við førara til rutukoyring, verður tað roknað sum bussleiga og er mvg-skyldigt.
Leigutúrar
Leigutúrar við bussi eru mvg-skyldigir. Við leigutúrar er at skilja túrar, ið verða gjørdir eftir serligari bílegging, og sum ikki fylgja føstum leiðum og ferðaætlanum.
- Mvg-viðurskifti: Veitarar skulu mvg-skráseta seg, krevja mvg og avrokna við TAKS. Teir hava rætt til mvg-frádrátt fyri útreiðslur, sum eru knýttar at tænastuni. Roknskapurin skal vísa nágreiniligar upplýsingar um inntøkur og útreiðslur.
- Undantøk: Er árligi umsetningurin av allari mvg-skyldigari sølu av vørum og tænastum minni enn 50.000 krónur, er virksemið mvg-frítt.
Onnur viðurskifti: Dømi um leigutúrar eru túrur, har bussar koyra ferðafólk til og frá ferðaskipum. Hetta kann líkjast rutuflutningi, men er leigutúrur, tí tænastan verður veitt upp á fyrispurning og er ikki liður í fastari almennari ferðaætlan. Sama er galdandi fyri túrar, har fólk skal tekna seg frammanundan, túrur til serlig høvi, og túrar, sum eru partur av ferðapakka hjá ferðastovum.
Bilar
(Akfør, ið hava færri enn níggju sitipláss umframt føraraplássið).
Við førara (hýruvognar)
Útleiga av bili við førara er mvg-frí. Hetta fevnir um alla útleigu, har endamálið er at veita eina fólkaflutningstænastu.
- Mvg-viðurskifti: Veitarar skulu ikki mvg-skráseta seg og ikki krevja mvg. Teir hava ikki rætt til mvg-frádrátt fyri útreiðslur, sum eru knýttar at tænastuni.
- Undantøk: Eingi.
- Onnur viðurskifti: Minibussar eru eisini fevndir av mvg-frítøkuni, so leingi teir hava færri enn níggju sitipláss umframt føraraplássið. Hava teir fleiri pláss, eru teir vanligir bussar.
Uttan førara
- Útleiga av bili uttan førara er mvg-skyldig. Hetta, tí at tænastan verður ikki roknað sum fólka-flutningur, men sum leiga av leysafæi, har leigarin hevur ábyrgd og ræði á bilinum í leigutíðini.
- Mvg-viðurskifti: Veitarar skulu mvg-skráseta seg, krevja mvg og avrokna við TAKS. Teir hava rætt til mvg-frádrátt fyri útreiðslur, sum eru knýttar at tænastuni. Roknskapurin skal vísa nágreiniligar upplýsingar um inntøkur og útreiðslur.
- Undantøk: Er árligi umsetningurin av allari mvg-skyldigari sølu av vørum og tænastum minni enn 50.000 krónur, er virksemið mvg-frítt.
- Onnur viðurskifti: Verður kravt gjald frá leigara fyri tunnilsnýtslu, parkering ella annað, er tað mvg-frítt, um talan er um beinleiðis útlegg, sum veitari krevur inn aftur uttan eyka kostnað. Verður eyka kostnaður lagdur afturat – t.d. umsitingargjald, vinningur ella líknandi – skal mvg leggjast aftur at allari upphæddini.
Bátar
(Øll sjófør – herundir kajakkir, vatnskutarar og tílíkt).
Við førara
Útleiga av báti við førara til fiskitúrar og sightseeing verður vanliga mett sum ferðafólkaflutningur og er mvg-frí – eisini, um túrurin byrjar og endar sama stað. Virksemið veitir ferðafólki upplivingar og flutning á sjónum og er vanliga skipað við einum førara, sum hevur ræðið á bátinum.
- Mvg-viðurskifti: Veitarar skulu ikki mvg-skráseta seg og ikki krevja mvg. Teir hava ikki rætt til mvg-frádrátt fyri útreiðslur, sum eru knýttar at tænastuni.
- Undantøk: Eingi.
- Onnur viðurskifti: Verður onnur tænasta veitt í sambandi við virksemið, skal hon mvg-avroknast fyri seg, uttan so at serlig undantak eru. Matveiting er t.d. mvg-skyldig tænasta, sama er útleiga av fiskitráðu.
Uttan førara
Útleiga av báti uttan førara er mvg-skyldig – eisini útleiga av kajakk, vatnskutara og øðrum sjófari. Hetta, tí at tænastan verður ikki roknað sum fólkaflutningur, men sum leiga av leysafæi, har leigarin hevur ábyrgd og ræði á farinum í leigutíðini.
- Mvg-viðurskifti: Veitarar skulu mvg-skráseta seg, krevja mvg og avrokna við TAKS. Teir hava rætt til mvg-frádrátt fyri útreiðslur, sum eru knýttar at tænastuni. Roknskapurin skal nágreina inntøkur og útreiðslur.
- Undantøk: Er árligi umsetningurin av allari mvg-skyldigari sølu av vørum og tænastum minni enn 50.000 krónur, er virksemið mvg-frítt.
- Onnur viðurskifti: Verður onnur tænasta veitt í sambandi við virksemið, skal hon mvg-avroknast fyri seg, uttan so at serlig undantak eru.