Skriva út

Mvg og íløgukostnaður

Felagsskapir, stovnar og grunnar, ið gera íløgu fyri meira enn eina millión krónur uttan mvg, kunnu við umsókn fáa afturrindað inngangandi mvg á samlaða íløgukostnaðinum. Hetta sigur § 3a í mvg-lógini.

Umsóknir skulu vera TAKS í hendi í seinasta lagi 31. desember 2027

Treytir

Talan skal vera um íløgu í ikki-vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi

Galdandi er eisini, at:

  • Minst 33% av samlaða íløgukostnaðinum uttan mvg skulu vera fingin til vegar sum gáva ella sum ólønt og sjálvboðin arbeiðskraft.
  • Arbeiði, sum mvg kann endurrindast fyri, skal vera byrjað eftir 1. januar 2013 og vera endað í síðsta lagi fimm ár eftir, at umsókn um endurrindan er góðkend.
  • Fíggjarætlan og kostnaðarætlan fyri íløguna skulu vera góðkendar av statsautoriseraðum, skrásettum ella løggildum grannskoðara.
  • Neyðug byggiteknisk myndugleikakrøv og myndugleikaloyvir til íløguna skulu vera góðkend av teirri kommunu, har íløgan verður gjørd.

Treytirnar eru útgreinaðar í mvg-lógini og í kunngerð um mvg fyri ikki-vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi. Finn lóg og kunngerð undir snarslóðum her á síðuni.

Útgreining av hugtøkum

Gáva

Ein gáva er eitt virði, ofta peningur, ið verður givið uttan treytir og uttan at fáa nakað afturfyri enn gleðina við at geva.

Innsamlingargjøld og stuðulsgjøld eru vanliga at rokna sum gáva. Limaskapsgjøld eru hinvegin ikki gáva, tí tey verða latin afturfyri at fáa ein limaskap. Kirkjuskattur og onnur limagjøld eru tí ikki gáva í sambandi við afturrindan av mvg.

Íløga í ikki-vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi

Ein íløga í ikki-vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi er ofta ein íløga í ítróttarhús, mentanarhús ella samkomuhús, har øll kunnu fáa atgongd. Talan kann eisini vera um ungdómshús, bygdarhús, ítróttaranlegg og annað tílíkt.

Ikki-vinnuligt merkir, at ofta er íløgan ikki rentabul og hevur ongan stórvegis umsetning við sær. Hon skal í øllum førum ikki vera gjørd fyri at fáa fíggjarligan vinning burturúr.

Almannagagnligt merkir, at ein størri persónsskari, ið bert kann avmarkast eftir objektivum og sakligum kriterium, fær gagn av íløguni eftir vanligari samfelagsfatan.

Frítíðarvirksemi merkir virksemi, ið ein tekst við í frítíðini, vanliga eftir arbeiðstíð ella skúlatíð.

Umsókn og umsóknarfreist

Umsókn

Einki formelt umsóknarblað er. Umsøkjarin orðar umsóknina sjálvur, har hann lýsir íløguna, og hvussu hon lýkur afturrindanartreytirnar.

Saman við umsóknini skulu liggja avrit av góðkenningum hjá grannskoðara av fíggjarætlan og kostnaðarætlan og hjá kommunu av byggitekniskum myndugleikakrøvum og myndugleikaloyvum.

Umsóknin skal sendast við telduposti til taks@taks.fo.

Umsóknarfreist

Umsóknin skal vera TAKS í hendi í seinasta lagi 31. desember 2027.

Freistin er ásett í § 3a, stk. 2, nr. 3, í mvg-lógini.

Um viðurskifti við íløguni broytast, eftir at mvg er afturrindað

Broytast viðurskifti við íløguni, eftir at mvg er afturrindað, kann talan gerast um krav at gjalda landskassanum peningin aftur. Til dømis um íløgan verður seld ella ikki verður nýtt til virksemi, sum kemur undir afturrindanartreytirnar.

Hetta er ásett í kapitli 7 um lutfalsligan frádráttarrætt fyri mvg og um javnan av inngangandi avgjaldi av íløgugøgnum. Finn kunngerðina undir snarslóðum her á síðuni.

Ivast tú í onkrum um afturrindan av mvg á íløgukostnaði?

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.