Skriva út

Mvg og ítróttafeløg

Eitt ítróttafelag kann hava frádráttarrætt fyri mvg. Tað merkir, at tað kann hava rætt til at fáa mvg'ið afturgoldið av vøru, sum tað keypir. Onkuntíð alt, onkuntíð ein part, onkuntíð einki.

Fyri at fáa mvg aftur, skal felagið vera mvg-skrásett.

Soleiðis eru afturgjaldsreglurnar

Yvirskipað fæst fult afturgjald fyri sponsorvøru og lutvíst afturgjald fyri aðra vøru. Fyri starvsfólkavøru fæst tó einki afturgjald.

Fult afturgjald

Keypir mvg-skrásett ítróttafelag vøru, sum hevur við sponsorat at gera, fær tað alt mvg'ið afturgoldið. Til dømis um tað keypir klæði, har áprentað er logo hjá sponsori.

Lutvíst afturgjald

Keypir mvg-skrásett ítróttafelag vøru, sum ikki hevur við sponsorat at gera, fær tað part av mvg'num afturgoldnan. Til dømis um tað keypir venjingarútgerð ella tilfar til at viðlíkahalda høli og útgerð felagsins. Talan kann eisini vera um mat og drekka til limaveitslu ella aðalfund.

Parturin, sum fæst aftur, svarar til lutfallið millum mvg-skyldigu og samlaðu inntøkuna hjá felagnum tað árið, vøran er keypt. Er mvg-skyldiga inntøkan hetta árið 75.000 krónur og samlaða inntøkan 100.000 krónur, so er lutfallið 75.000/100.000 = 0,75. Tað er, at felagið fær 75 prosent av mvg’num aftur.

Lutfallið skal gerast upp, tá ið roknskaparárið er liðugt. Inntil tá brúkar man lutfallið frá árinum fyri. Tá ið so roknskapurin er liðugur og rætta lutfallið funnið, verður síðsta mvg-uppgerðin hetta árið regulerað samsvarandi.

Einki afturgjald

Keypir mvg-skrásett ítróttafelag vøru, sum hevur við starvsfólk at gera, fær tað einki mvg afturgoldið, sama um vøran hevur við sponsorat at gera ella ikki.

Talan kann til dømis vera um skeið, ferðir og vistir hjá teimum, sum eru í lønandi starvi hjá felagnum, ella hjá íðkarum felagsins í sambandi við venjing og leik teirra.

Nær skal eitt ítróttafelag mvg-skráseta seg?

Tað skal tað, um tað hevur sponsorinntøku á 50.000 kr. ella meira upp á eitt ár

Tað hevur einki at siga, hvussu stórt, felagið er, ella hvat fyri ítrótt, tað hevur.

Ítróttur og ítróttatiltøk eru í sjálvum sær mvg-frí, men sponsorinntøkur eru ikki, og tað er orsakað av hesum parti av virksemi felagsins, at felagið skal mvg-skráseta seg.

Er sponsorinntøkan minni enn 50.000 krónur, skal felagið ikki mvg-skráseta seg. Tað hevur tá heldur ikki rætt til at fáa mvg afturgoldið.

Hvat um sponsorinntøkan okkurt árið er minni enn 50.000 krónur?

Hevur felagið fyrst mvg-skrásett seg, so skal tað altíð krevja inn og avrokna mvg, eisini um inntøkan er minni enn 50.000 krónur.

Sponsorinntøka er inntøka, sum ein letur okkurt afturfyri

Til dømis eina lýsing á eini heimasíðu, ein bannara við ein vøll, eitt logo á eina troyggju o.s.fr.

Tað hevur einki at siga, um sponsorinntøkan verður latin til sjálvt felagið ella til eitt lið ella ein einstakling hjá felagnum. Tað hevur heldur einki at siga, um tað er felagið, liðið ella einstaklingurin, sum lata okkurt afturfyri. Talan er í øllum førum um sponsorinntøku, sum skal roknast við í tær 50.000 krónurnar.

Gáva er ikki sponsorinntøka

Ein gáva er eitt virði, ofta peningur, ið verður givið uttan treytir og uttan at fáa nakað afturfyri enn gleðina við at geva. Fær eitt ítróttafelag ella eitt lið ella ein einstaklingur hjá einum ítróttafelag slíka upphædd, skal hon ikki roknast upp í tær 50.000 krónurnar. Gevarin skal tá heldur ikki fáa til dømis ein limaskap afturfyri ella annað, sum hevur peningsvirði.

Sum gáva eru vanliga eisini at rokna innsamlingargjøld og stuðulsgjøld.

Vilt tú mvg-skráseta títt ítróttafelag?

Tað gert tú við at melda tað til Vinnuskránna

Tað er eitt innanhýsis yvirlit hjá TAKS yvir feløg og virkir, sum skulu skrásetast hjá TAKS.

Fyll út og send okkum skjalið "Skrásetingarskjal til Vinnuskránna". Tú finnur tað undir snarslóðum her á síðuni. Har finnur tú eisini vegleiðing til at fylla skjalið út. Tá ið tú fyllir út, krossa av feltið "Meirvirðisgjald/Vinnuligur innflytari" undir punkti 3 fyri at mvg-skráseta felagið.

Hvat skal felagið gera, tá ið tað er mvg-skrásett?

So skal tað lata inn mvg-uppgerð. Les alt um tað undir snarslóðum: "At lata inn mvg-uppgerð".

Brúk fyri hjálp til mvg og ítróttafeløg?

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.