Skriva út

Nær skal man taka mvg?

Sum vinnurekandi skal man altíð taka mvg, um ikki lógin gevur undantøk. Tað ger hon til dømis við sjúkraviðgerð, ítrótti og almennari umsorgan, og undantøk eru eisini við útflutningi og fyritøkum, sum lítlan og ongan umsetning hava.

Les um undantøkini niðanfyri.

§ 2-reglan

Sambært § 2 í mvg-lógini skulu niðanfyristandandi øki ikki taka mvg:

  • Sjúkrahúsviðgerð, lækna- og tannlæknavirksemi, kiropraktikk, fysioterapi og o.o. læknaliga viðurkend heilsurøkt
  • Almannaumsorgan (t.d. barnagarðar, frítíðarheim, umlættingarheim o.tíl., privat sum alment)
  • Mentanarvirksemi (tó ikki útvarps- og sjónvarpssendingar, sjónleikasýningar, konsertir o.tíl.)
  • Ítróttur og ítróttatiltøk
  • Fólkaflutningur
  • Postflutningur
  • Útleiga av fastari ogn (tó ikki hotellkømur, kampingpláss og lýsingapláss)
  • Tryggingarvirksemi
  • Bankavirksemi
  • Eydnuspæl
  • Rithøvundavirksemi, tónaskaldsvirksemi og annað tílíkt listarligt virksemi
§ 12-reglan

Sambært § 12 í mvg-lógini skulu niðanfyristandandi øki ikki taka mvg. Fyritøkur, ið selja hesar vørur ella tænastur, eru tó mvg-skrásettar og fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið í sambandi við útreiðslur, ið standast av nevndu sølu.

  • Vørur, sum fyritøkan útflytur
  • Neyðug útgerð til skip í uttanlandsferðslu
  • Sølu av skipum yvir 5 GT,* undantikið lystfør
  • Umvæling, viðlíkahald og íseting av fastari útgerð í skip yvir 5 GT, undantikið lystfør
  • Søla av tíðindabløðum
  • Søla av fiski til útflutnings
  • Útleiga av kamari á hotelli o.tíl.
  • Fiskireiðskapur til skip yvir 20 GT og tey, sum eru undir 20 GT og hava veiðuloyvi A
  • Reseptheilivágur til fólk
  • Tunnilsgjald
  • Kringvarpsgjald

Sí § 12 í mvg-lógini fyri at fáa eina neyvari útgreining av undantøkunum.

*) GT: Ensk stytting fyri gross tonnage, sama sum bruttotonnasja (BT)

50.000-reglan

Fyritøkur skulu ikki taka mvg, um árligi umsetningurin er minni enn 50.000 kr. Árligur umsetningur er samlað søla áðrenn útreiðslur.

Gev gætur

Fyritøka, sum ikki er mvg-skyldig, skal heldur ikki taka mvg av tí, sum hon selur.

Gev eisini gætur

Hevur fyritøka fyrst mvg-skrásett seg, skal hon altíð taka inn og avrokna mvg, eisini tá ið umsetningurin er minni enn 50.000 kr.