Skriva út

Roknskaparhefti til mvg-roknskap

TAKS hevur gjørt eitt roknskaparhefti, sum feløg kunnu nýta til at føra mvg-roknskap yvir keyp og sølu.

Roknskaparheftið er gjørt í tveimum útgávum

Onnur er í Excel

Hon er til teirra, ið vilja føra mvg-roknskap á teldu og t.d. gera beinleiðis útrokningar í forritinum.

Hin er í PDF

Hon er til teirra, ið vilja føra mvg-roknskap á pappíri. Gev gætur, at hóast til ber at skriva í PDF'in á teldu, so kann hann ikki goymast við upplýsingunum á. Hann má skrivast út.

Tú finnur PDF-útgávu og Excel-útgávu undir snarslóðum.