Skriva út

Kapitalvinningssjálvuppgáva

Ein kapitalvinningssjálvuppgáva er eitt yvirlit, sum feløg lata TAKS um vinning av ognum sínum og um av útvegan ella sølu av virðisbrøvum í breiðum týdningi. So rokna vit út, hvussu nógv skal rindast í kapitalvinningsskatti.

Innlatingarfreistin er hósdagin, 1. juli 2021

Latið verður inn á Vinnuglugganum

Har liggur alt klárt at tasta inn og senda.

Hava tit ikki Vinnugluggan?

Sendið okkum eitt umsóknarblað. Tað liggur undir oyðubløðum her á síðuni. Undir snarslóðum kunnu tit lesa meira um Vinnugluggan.

Vinningur og tap við sølu

Tá ið virðisbrøv verða seld, skulu vinningur og tap gevast upp. Skattur verður goldin av muninum millum útveganarpening og sølupening.

Eru virðisprøvini keypt, eftir at kapitalvinningsskattalógin kom í gildi 21. desember 2001, er útveganarpeningurin tann upphædd, sum virðisbrøvini blivu keypt fyri. Eru virðisbrøvini keypt áðrenn henda dag, skulu tey virðisásetast til kursvirðið tann 31. desember 2006 eftir serligum uppgerðarhátti. Henda virðisáseting er grundarlag undir útveganarvirðinum við sølu.

Vinningsbýtið frá feløgum skal roknast við í uppgerðina. Full upphædd skal teljast við.

Skattur, sum útlutandi felag hevur goldið TAKS við útlutan, skal setast í teigin fyri goldnan skatt av vinningsbýti frá føroyskum feløgum. Er skattur goldin uttanlands, skal hesin setast í teigin fyri tað. Skjalprógv skal leggjast við.

Í útrokningini verður hesin skattur tikin við. Tó loyva tvískattasáttmálar, sum Føroyar eru partur av, bert lutvísum frádrátti fyri útlendskan skatt. Til ber at søkja viðkomandi land um at fáa afturbornan tann útlendska skattin, sum frádráttur ikki verður givin fyri.

Hall

Vísir kapitalvinningsuppgerðin hall, kann tað flytast sum frádráttur til seinni ár, um ikki rúm er fyri tí í vinningi í árinum.

Feløg, sum í inntøkuuppgerðini eftir skattalógini hava hall, kunnu draga tað frá í kapitalvinningssjálvuppgávuni. Til ber ikki at flyta hall mótsettan veg.

Rentuinntøkur og rentuútreiðslur hjá feløgum verða roknaðar upp í roknskapin, og skattingin kemur av hesum sostatt undir skattalógina.

Fyrning

Vilja tit broyta kapitalvinningsuppgerðina, skulu tit í seinasta lagi trý ár eftir lokið inntøkuár, leggja fram nýggjar upplýsingar, sum kunnu grundgeva broytingina. Tað er, at hevur felagið hall av partabrøvum í 2020, skulu hesar upplýsingar latast TAKS seinast 31. desember 2023.

Brúk fyri hjálp til kapitalvinningssjálvuppgávuna?

Best er at seta seg í samband við bókhaldara ella grannskoðara.

Til ber eisini at spyrja kundatænastu okkara

Ring á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.