Feløg, sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya
Partafeløg, smápartafeløg og vinnurekandi grunnar
Hesi skulu lata inn partafelagssjálvuppgávu, roknskap, skattligar sundurgreiningar og ársfrásøgn í PDF- og XBRL-formati á Vinnuglugganum. Haðani fara skjølini til avvarðandi myndugleika.
Íverksetarafeløg og partafeløg í roknskaparflokki D
Hesi skulu lata inn partafelagssjálvuppgávu, roknskap, skattligar sundurgreiningar og ársfrásøgn í PDF-formati á Vinnuglugganum. Haðani fara skjølini til avvarðandi myndugleika.
Feløg, sum ikki eru skrásett hjá Skráseting Føroya
Hesi skulu lata inn partafelagssjálvuppgávu í PDF-formati og roknskap í excel-formati á Vinnuglugganum. Roknskapurin skal setast upp eftir einum av roknskaparleistunum hjá TAKS.
Vel "Roknskapur" undir snarslóðum og les alt um roknskap og roknskaparleistir.