Skriva út

Partafelagssjálvuppgáva

Partafeløg, vinnurekandi grunnar og onnur feløg og felagsskapir skulu hvørt ár lata inn partafelagssjálvuppgávu og roknskap, stundum eisini ársfrásøgn og kapitalvinningssjálvuppgávu. Feløg við skattafrælsi skulu eisini lata inn.

Hóast navnið partafelagssjálvuppgáva bendir á, at hon er ætlað partafeløgum, so skulu vinnurekandi grunnar og onnur feløg og felagsskapir eisini nýta hana at lata inn við.

Innlatingarfreistin er fríggjadagin, 1. juli 2022


Niðanfyri er vegleiðing. Undir snarslóðum eru leinki til meirlesnað um roknskap, ársfrásøgn og kapitalvinningssjálvuppgávu.

Partafelagssjálvuppgávan skal tastast inn á Vinnuglugganum

Verður latið inn á annan hátt, til dømis við brævi, telur tað sum óinnlatið. Oyðublaðið "Sjálvuppgáva hjá feløgum" her á síðuni er tískil bert ætlað teimum, sum í undantaksføri ikki kunnu nýta Vinnugluggan.

Hava tit ikki Vinnugluggan?

Sendið okkum eitt umsóknarblað. Heinta tað undir oyðubløðum. Tað eitur "Umsókn um at gerast brúkari av Vinnuglugganum". Undir snarslóðum er leinki til meirlesnað um Vinnugluggan.

Ymisk feløg lata inn ymisk format

Feløg, sum hava skyldu at lata ársfrásøgn til Skráseting Føroya

Partafeløg, smápartafeløg og vinnurekandi grunnar

  • Partafelagssjálvuppgáva: Skal tastast inn á Vinnuglugganum.
  • Roknskapur: Skal latast inn á Vinnuglugganum sum PDF og XBRL saman við partafelagssjálvuppgávuni. Á Vinnuglugganum eitur innlatingarfunkan til roknskapin "Skattlig sundurgreinging".
  • Ársfrásøgn: Skal latast inn á Vinnuglugganum sum PDF og XBRL saman við partafelagssjálvuppgávuni.
  • Kapitalvinningssjálvuppgáva: Skal tastast inn á Vinnuglugganum. Skal bert latast inn, um upplýsingar um kapitalvinning eru at lata.

Les meira um roknskap, ársfrásøgn og kapitalvinningssjálvuppgávu undir snarslóðum.

Íverksetarafeløg og partafeløg í roknskaparflokki D, t.e. almenn og børsskrásett partafeløg

  • Partafelagssjálvuppgáva: Skal tastast inn á Vinnuglugganum.
  • Roknskapur: Skal viðfestast sum PDF. Gev gætur, at á Vinnuglugganum eitur innlatingarfunkan til roknskapin "Skattlig sundurgreinging".
  • Ársfrásøgn: Skal viðfestast sum PDF.
  • Kapitalvinningssjálvuppgáva: Skal tastast inn á Vinnuglugganum. Skal bert latast inn, um upplýsingar um kapitalvinning eru at lata.

Les meira um roknskap, ársfrásøgn og kapitalvinningssjálvuppgávu undir snarslóðum.

Feløg, sum ikki eru skrásett hjá Skráseting Føroya

  • Partafelagssjálvuppgáva: Skal tastast inn á Vinnuglugganum.
  • Roknskapur: Skal viðfestast sum Excel. Skal setast upp eftir roknskaparleisti hjá TAKS. Gev gætur, at á Vinnuglugganum eitur innlatingarfunkan til roknskapin "Skattlig sundurgreinging".​
  • Kapitalvinningssjálvuppgáva: Skal tastast inn á Vinnuglugganum. Skal bert latast inn, um upplýsingar um kapitalvinning eru at lata.

Les meira um roknskap og kapitalvinningssjálvuppgávu undir snarslóðum.

Innlatingarfreistin er fríggjadagin, 1. juli 2022

Tá skulu partafelagssjálvuppgáva og kapitalvinningssjálvuppgáva við tilhoyrandi skjølum vera TAKS í hendi.

Um ikki verður rættstundis innlatið

Verða fullfíggjað partafelagssjálvuppgáva og kapitalvinningssjálvuppgáva ikki rættstundis innlatnar, hevur TAKS heimild til áleggja sekt upp til 5.000 kr. fyri hvørja innlating.

Verður framvegis ikki innlatið, metir TAKS um partafelagsskattin og kapitalvinningsskattin og sendir felagnum eitt hoyringsskriv, har tað kann siga tína hugsan um metingina.

Sektin skal altíð rindast.

Fyrningarfreistin fyri broytingum er trý ár

Metir eitt felag, at TAKS eigur at broyta útrokningina av skattinum eitt inntøkuár, skal tað leggja fram upplýsingar, ið grundgeva fyri broytingini.

Hetta skal vera gjørt í seinasta lagi trý ár eftir, at viðkomandi inntøkuár er lokið. Annars fellur kravið burtur.

Brúk fyri hjálp til partafelagssjálvuppgávuna?

Best er at seta seg í samband við bókhaldara ella grannskoðara.

Til ber eisini at spyrja kundatænastu okkara

Ring á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.