Roknskapur

Øll feløg skulu lata inn roknskap. Hann skal latast inn saman við partafelagssjálvuppgávuni á Vinnuglugganum og skal setast upp eftir roknskaparleisti hjá TAKS.

Gev gætur, at á Vinnuglugganum eitur innlatingarfunkan til roknskapin "Skattlig sundurgreinging".

Innlatingarfreistin er fríggjadagin, 1. juli 2022


Niðanfyri er vegleiðing. Undir snarslóðum og oyðubløðum eru leinki til meirlesnað og útfyllingarskjøl.

Roknskaparleistir

Roknskaparleistirnir hjá TAKS hava ymisk format, alt eftir um felagið hevur skyldu at lata ársfrásøgn til Skráseting Føroya, ella tað ikki er skrásett hjá stovninum.

Feløg, sum hava skyldu at lata ársfrásøgn til Skráseting Føroya

Hetta eru t.d. partafeløg, íløgufeløg, keypssamtøkur, vinnurekandi grunnar, loyvishavarar og dótturfeløg hjá útlendskum virkjum.

Hesi skulu brúka roknskaparleistirnar fyri feløg, sum hava skyldu at lata inn ársfrásøgn til Skráseting Føroya. Teir skulu latast inn sum PDF og XBRL á Vinnuglugganum saman við partafelagssjálvuppgávuni. Tveir leistir eru, ein arts-/greinbýttur, og ein funktións-/starvsbýttur. Heinta teir undir oyðubløðum.

Tá ið roknskapurin er innlatin, sæst váttan fyri innlatingini á skíggjanum. Váttanin verður eisini send til teldupostadressuna, sum felagið hevur skrásett í Vinnuglugganum. Gev gætur, at skjøl, ið verða innlatin á Vinnuglugganum, nýtast ikki longur at vera undirskrivað av umboði fyri felagið.

Verður ikki latið inn í PDF- og XBRL-formati, fær tað avleiðingar fyri felagið. Frá TAKS fær tað eina bót, meðan Skráseting Føroya hevur skyldu at avtaka felagið.

 

Feløg, sum ikki eru skrásett hjá Skráseting Føroya

Hetta eru t.d. samløgufeløg, sjálvsognarstovnar, fakfeløg og ítróttafeløg.

Hesi skulu brúka roknskaparleistin fyri feløg, sum ikki eru skrásett hjá Skráseting Føroya. Roknskapurin skal latast inn sum Excel á Vinnuglugganum saman við partafelagssjálvuppgávuni. Heinta leistin undir oyðubløðum.

Tá ið roknskapurin er innlatin, sæst váttan fyri innlatingini á skíggjanum. Váttanin verður eisini send til teldupostadressuna, sum felagið hevur skrásett í Vinnuglugganum. Gev gætur, at skjøl, ið verða innlatin á Vinnuglugganum, nýtast ikki at vera undirskrivað av umboði fyri felagið.

Bókhaldskrøv
  • Allar skrásetingar skulu kunna lesast aftur til skattligu uppgerðirnar.
  • Tølini í skattauppgerðini skulu kunna loysast upp í tey tøl, tey eru sett saman av.
  • Nettosølan skal vísast fyri seg og skal gerast upp við atliti at tilgóðahavandi fyri vørusølu og tænastur við ársbyrjan og ársenda.
  • Vørunýtsla, lønir, aðrar starvsfólkaútreiðslur og kostnaðir annars skulu upplýsast serstakt eftir slagi.
  • Eru útreiðslur nýttar til støðisfæ ella privata nýtslu, skulu flytingarnar upplýsast serstakt fyri hvønn kostnað sær.
  • Avskrivingar, sum stava frá staðfestum tapi upp á skuldarar, skulu vísast serstakt.
  • Støðisfæ, sum verður avskrivað, skal sundurliðast, so at avskrivingargrundarlagið kann eftiransast.
  • Árligar avskrivingar skulu vísast fyri seg í roknskapinum, sundurliðaðar eftir slagi á støðisfæi.
  • Fyri bygningar o.a., sum verður avskrivað, skulu útveganarár og útveganarpeningur upplýsast.
  • Fíggjarstøða við uppgerð yvir ogn og skuld við ársenda skal fyriliggja sum partur av roknskapinum.
Avskriving

Summar íløgur kunnu vera so stórar, at dragast skal frá yvir fleiri ár.

Rakstrargøgn, sum hava eitt virði á 20.000 kr. ella minni, kunnu verða drigin frá skattskyldigari inntøku. Er útveganarvirðið størri, verður tað tilført fíggjarstøðuna sum avskrivingarbær salda, ið kann avskrivast við 30% av salduvirðinum árliga. Hetta er sambært § 2, stk. 5, í avskrivingarlógini.

Verða eitt nú amboð keypt fyri 100.000 kr., kunnu 30.000 kr. avskrivast fyrsta árið. Annað árið kunnu 30% av salduni, sum nú er 70.000 kr., avskrivast, t.e. 21.000 kr.

Gev gætur

  • Er talan um persónbil, verður útveganarvirðið yvir 150.000 kr. ikki talt við í avskrivingarbæru salduna. Hetta er sambært § 5a í avskrivingarlógini.
  • Verða innrættingar gjørdar í leigaðum hølum, kann avskrivast við 10% árliga í 10 ár.
Um XBRL

XBRL stendur fyri eXtensible Business Reporting Language og er ein altjóða standardur at rapportera roknskaparupplýsingar.

XBRL krevur innlit í bæði roknskap og kunningartøkni. Hevur tú ikki tað, mæla vit til, at tú setir teg í samband við ein grannskoðara, bókhaldara ella KT-veitara. Teir vita.

Til ber ikki biðja TAKS um hjálp til XBRL.

Brúk fyri hjálp til roknskapin?

Best er at seta seg í samband við bókhaldara ella grannskoðara.

Til ber eisini at spyrja kundatænastu okkara

Ring á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.