Vinnugluggin
Vinnugluggin er sjálvgreiðslan hjá TAKS til tey vinnurekandi. Her avgreiða fyritøkur toll, mvg og onnur taksviðurskifti, tá tað liggur fyri.
Tú stovnar ein brúkara við at senda okkum eina umsókn. Heinta hana undir oyðubløðum her á síðuni. Hon eitur “Umsókn um at gerast brúkari av Vinnuglugganum”.
Avmynda ella skanna útfylta umsókn og maila hana til taks@taks.fo. Tú kanst eisini senda hana við brævi til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.
Nakrir fáir dagar, og tú kanst brúka Vinnugluggan eins og 4.000 onnur vinnurekandi.
Tú ritar inn á Vinnugluggan við Samleikanum. Tað er ein ókeypis app til telefon, teldil og teldu. Hon er ment av Talgildu Føroyum og kann nýtast av øllum, ið eru fylt 15 ár og hava føroyskt p-tal.
Heinta Samleikan undir snarslóðum her á síðuni
Vel ímillum App Store og Google Play. Undir snarslóðum er eisini videovegleiðing um, hvussu tú kemur víðari, tá ið tú hevur heintað Samleikan.
Meira at vita um Samleikan?
Ring til Talgildu Føroyar á telefon 1881 mánadag til fríggjadag millum klokkan 8.00 og 16.30 ella skriva til 1881@talgildu.fo.
Vita eisini Hjálp við Samleikanum á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Viðurskifti, sum kunnu avgreiðast á Vinnuglugganum, eru:
- Mvg-uppgerðir
- Tollrokningar
- Tollingaráheitanir
Hetta kann eisini avgreiðast við vanligum posti ella telduposti. Les um tað undir mvg og tolli.
Harumframt kanst tú eisini á Vinnuglugganum síggja:
- Kontuavrit
- Kontuyvirlit
- Lønaryvirlit
- Virkisupplýsingar
- Skrásetingarprógv
- Brúkarar og rættindi
Á Vinnuglugganum kanst tú tískil altíð tryggja tær, at TAKS hevur røttu upplýsingar um felag títt.
Viðurskifti, sum skulu avgreiðast á Vinnuglugganum, eru:
- Partafelagssjálvuppgáva
- Roknskapur
- Ársfrásøgn
- Kapitalvinningssjálvuppgáva
- Vinningsbýtisuppgerð
Hetta kann ikki avgreiðast á annan hátt.
Um skjølini
- Partafelagssjálvuppgáva: Skal altíð latast inn.
- Roknskapur: Skal latast inn saman við sjálvuppgávuni.
- Ársfrásøgn: Partafeløg og smápartafeløg, ið hava skyldu at lata inn ársfrásøgn til Skráseting Føroya, skulu lata hesa inn á sama hátt sum roknskapin.
- Kapitalvinningssjálvuppgáva: Skal bert latast inn, um upplýsingar um kapitalvinning eru at lata.
- Vinningsbýtisuppgerð: Skal bert latast inn, um felagið hevur útlutað vinning. Tá skal uppgerðin latast inn í seinasta lagi 14 dagar eftir, at avgerð er tikin um útlutan.
Tá ið skjal er innlatið á Vinnuglugganum, sæst váttan fyri innlatingini á skíggjanum. Váttanin verður eisini send til teldupostadressuna, sum felagið hevur skrásett í glugganum. Gev gætur, at skjøl, ið verða innlatin á Vinnuglugganum, nýtast ikki longur at vera undirskrivað av umboði fyri felagið.
Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag frá 10 til 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.
Tørvar tær hjálp til Samleikan, skalt tú tó ringja til Talgildu Føroyar á telefon 1881 mánadag til fríggjadag millum klokkan 8.00 og 16.30 ella skriva til 1881@talgildu.fo.
Vita eisini Hjálp við Samleikanum á heimasíðuni hjá Samleikanum.