Skriva út

Sjálvuppgáva

Vinnurekandi feløg skulu hvørt ár lata inn sjálvuppgávu og roknskap, stundum kapitalvinningssjálvuppgávu, ársfrásøgn og vinningsbýtisuppgerð. Eisini feløg við skattafrælsi lata inn.

Innlatingarfreistin er 3. juli 2023

Sjálvuppgávan skal tastast inn á Vinnuglugganum

Rita inn á gluggan og vel sjálvuppgávan 2022 > fyll út sjálvuppgávu

Gev gætur, at verður latið inn á annan hátt, telur tað sum óinnlatið.

Roknskapurin skal latast inn saman við sjálvuppgávuni

Hann skal setast upp eftir roknskaparleisti hjá TAKS og viðfestast sum fíla til sjálvuppgávuna.

  • Felagsskapir viðfesta sum Excel
  • Íverksetarafeløg viðfesta sum PDF
  • Partafeløg og smápartafeløg viðfesta sum PDF og XBRL

Viðfestisfunkan er á somu síðu sum sjálvuppgávan á Vinnuglugganum

Hjá partafeløgum, smápartafeløgum og íverksetarafeløgum eitur hon Skattlig sundurgreining. Hjá felagsskapum eitur hon Skattaroknskapur.

Meira at vita?

> Roknskapur
> Sjálvuppgáva 2022 hjá feløgum – Evnisyvirlit

Kapitalvinningssjálvuppgáva, ársfrásøgn og vinningsbýtisuppgerð

Kapitalvinningssjálvuppgáva

Skal latast inn saman við sjálvuppgávuni. Tað er, um vinningur hevur verið av ognum og/ella virðisbrøvum. Skal tá tastast inn á Vinnuglugganum undir Sjálvuppgáva > Kapitalvinningssjálvuppgáva.

Ársfrásøgn

Kann latast inn saman við sjálvuppgávuni. Innlatingarfreistin er annars seks mánaðir eftir lokið roknskaparár. Skal viðfestast sum fíla á Vinnuglugganum undir Sjálvuppgáva > Ársfrásøgn. Partafeløg og smápartafeløg viðfesta sum PDF og XBRL, íverksetarafeløg sum PDF.

Vinningsbýtisuppgerð

Kann latast inn saman við sjálvuppgávuni. Innlatingarfreistin er annars 14 dagar eftir aðalfundaravgerð um útlutan. Skal tastast inn á Vinnuglugganum undir Sjálvuppgáva > Vinningsbýtisuppgerð.

Meira at vita?

> Kapitalvinningssjálvuppgáva
> Ársfrásøgn
> Vinningsbýtisuppgerð
> Sjálvuppgáva 2022 hjá feløgum – Evnisyvirlit

Um ikki rætt og rættstundis verður innlatið

Tað kann fáa avleiðingar ikki at lata inn rættstundis og eftir nevndu krøvum. TAKS kann áleggja sekt, og Skráseting Føroya kann áleggja sekt og senda til tvingsilsavtøku.

Sektin hjá TAKS kann vera upp til 5.000 kr. fyri ávikavist sjálvuppgávu og kapitalvinningssjálvuppgávu, í alt upp til 10.000 kr. Verður framvegis ikki innlatið, metir TAKS um skattin og sendir felagnum eitt hoyringsskriv, har tað kann siga sína hugsan um metingina.

Sektin skal altíð rindast.

Innlatingarfreistin er 3. juli 2023

Tá skal fullfíggjað sjálvuppgáva, t.e. sjálvuppgáva, roknskapur og kapitalvinningssjálvuppgáva, vera TAKS í hendi.

Brúk fyri hjálp til sjálvuppgávuna?

Best er at seta seg í samband við bókhaldara ella grannskoðara.

Til ber eisini at spyrja kundatænastu okkara

Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.

Ongan Vinnuglugga?

Send okkum eina umsókn um ein brúkara. Heinta hana undir oyðubløðum her á síðuni. Hon eitur "Umsókn um at gerast brúkari av Vinnuglugganum". Avmynda ella skanna útfylta umsókn og send til taks@taks.fo ella til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.

Nakrir fáir dagar, og tú kanst brúka tænastuna.

Meira at vita?

> Les um Vinnugluggan

Ber av serligum orsøkum ikki til at nýta Vinnugluggan?

Lat tá inn við oyðublaðnum "Sjálvuppgáva 2022 hjá feløgum". Heinta tað undir oyðubløðum her á síðuni.

Einstaklingsvirki?

So skalt tú ikki lata inn sjálvuppgávu undir vinnu men borgara.

> Ger eitt klikk, so ert tú har.