Skriva út

Ársfrásøgn

Vinnurekandi feløg skulu hvørt ár lata inn ársfrásøgn. Hon útgreinar ársroknskapin fyri at vátta, at hann er rættur og sannur. Hon vísir eisini eina leiðslufrágreiðing og møguliga aðrar supplerandi upplýsingar.

Innlatingarfreistin er seks mánaðir eftir lokið roknskaparár

Hvørji feløg lata inn ársfrásøgn?

Tað gera vinnurekandi feløg, ið hoyra til roknskaparflokk B ella C sambært ársroknskaparlógini. Tak eitt nú partafeløg, smápartafeløg, íverksetarafeløg og vinnurekandi grunnar.

Ársfrásøgn skal latast inn til Skráseting Føroya via sjálvgreiðsluna hjá Vinnustovninum

Ritað verður inn við Samleikanum

Leinkið til sjálvgreiðsluna hjá Vinnustovninum finnur tú undir snarslóðum her á síðuni og á Vinnuglugganum undir Sjálvuppgáva > Ársfrásøgn.

Brúk fyri hjálp til ársfrásøgn?

Best er at spyrja bókhaldara ella grannskoðara

Skráseting Føroya er eisini ein møguleiki. Kontaktupplýsingar eru á heimasíðu stovnsins, www.skraseting.fo.

TAKS kann ikki hjálpa við ársfrásøgn.

Ongan Vinnuglugga?

Skalt tú bara lata inn ársfrásøgn, so nýtist tær fyri so vítt ikki Vinnugluggan. Tú kanst bara trýsta á leinkið til sjálvgreiðsluna hjá Vinnustovninum undir snarslóðum her á síðuni og lata inn.

Gluggin er góður kortini

Send okkum eina umsókn um at gerast brúkari. Heinta hana undir oyðubløðum her á síðuni. Hon eitur "Umsókn um at gerast brúkari av Vinnuglugganum". Avmynda ella skanna útfylta umsókn og send til taks@taks.fo ella til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.

Nakrir fáir dagar, og tú kanst brúka tænastuna.

Meirlesnaður

> Um Vinnugluggan