Skriva út

Vinningsbýtisuppgerð

Vinnurekandi feløg, ið luta út vinning til eigarar sínar, skulu lata inn vinningsbýtisuppgerð. Sum vinningsbýti telur alt, ið felagið letur eigarunum, og sum hevur við sær fíggarligan fyrimun fyri teir.

Innlatingarfreistin er 14 dagar eftir aðalfundaravgerð um útlutan

Vinningsbýtisuppgerðin skal tastast inn á Vinnuglugganum

Rita inn á gluggan og vel sjálvuppgáva > vinningsbýtisuppgerð

Gev gætur, at verður latið inn á annan hátt, telur tað sum óinnlatið.

Høvuðsreglur fyri vinningsbýti
  • Vinningsbýti hoyrir við til skattskyldigu inntøkuna eftir kapitalvinningsskattalógini. 
  • Uppgerðin skal vísa, hvør ið fær vinningsbýti, og hvussu skatturin er roknaður.
  • Verður útlutað til feløg, sum ikki skulu rinda skatt, skal uppgerðin eisini vísa hetta.
  • Útlutandi felag hevur skyldu til at eftirhalda skatt av vinningsbýti.
  • Somu skyldu hevur felagið, um tað keypir egin partabrøv, og seljarin hevur ikki fingið loyvi frá TAKS-ráðnum at gera søluna upp sum vanliga avhendan.
  • 35% skulu eftirhaldast av vinningsbýti til likamligar persónar.
  • 18% skulu eftirhaldast til feløg, grunnar o.tíl., sum ikki eru skattskyldig í Føroyum.
  • Hevur felag ikki goldið eftirhildnan skatt, tá ið freistin er úti, verður renta á 0,7% løgd afturat fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjaldsdegnum at rokna.
  • Feløg, grunnar o.o., sum eru fult skattskyldig í Føroyum, og sum eiga partapening ella innskotspening í útlutandi felagnum, rinda ikki skatt av vinningsbýti, og skattur skal ikki heldur latast av vinningsbýti til partabrøv, sum útlutandi felagið sjálvt eigur.
Nær verður útlutan roknað sum vinningsbýti?

Útlutan við avtøku av felagi

Útlutan í tí ári, felagið er endaliga avtikið, verður ikki roknað sum vinningsbýti, men verður gjørd upp eftir reglunum um sølu og aðra avhending.

Útlutan við niðurskriving av partapeningi

Útlutan, tá ið partapeningur verður niðurskrivaður, skal sum útgangsstøði roknast sum vinningsbýti. Tó kann søkjast um loyvi til, at viðgerðin fer fram eftir ásetingunum um sølu og aðra avhending. Sí krøv í viðmerkingunum til § 1, stk. 4, í kapitalvinningsskattalógini undir snarslóðum.

Útlutan við avhendan av partabrøvum

Tá ið partabrøv verða avhendað aftur til útgevandi felagið, skal øll søluupphæddin roknast sum vinningsbýti. Her kann eisini søkjast um loyvi at fáa søluna viðgjørda sum vanlig avhendan. Sí krøv í viðmerkingunum til § 5, stk. 2, í kapitalvinningsskattalógini undir snarslóðum.

Brúk fyri hjálp til vinningsbýtisuppgerð?

Best er at seta seg í samband við bókhaldara ella grannskoðara

Til ber eisini at spyrja kundatænastu okkara. Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.

Ongan Vinnuglugga?

Send okkum eina umsókn um at gerast brúkari. Heinta hana undir oyðubløðum her á síðuni. Hon eitur "Umsókn um at gerast brúkari av Vinnuglugganum". Avmynda ella skanna útfylta umsókn og send til taks@taks.fo ella til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.

Nakrir fáir dagar, og tú kanst brúka tænastuna.

Meira at vita?

> Les um Vinnugluggan

Ber av serligum orsøkum ikki til at nýta Vinnugluggan?

Lat tá inn við oyðublaðnum "Vinningsbýtisuppgerð 2023 hjá feløgum". Heinta tað undir oyðubløðum her á síðuni.