Skriva út

XBRL

XBRL er ein máti at talgilda roknskapir hjá feløgum, so at teir verða lættari at arbeiða við hjá myndugleikunum. Tað vann fram um aldarskiftið og hevur síðan verið innført í alt fleiri londum.

Hvat er XBRL gott fyri?

XBRL er fyrst og fremst gott fyri teir myndugleikar, sum skulu kanna og viðgera roknskapirnar – í hesum føri TAKS, Skráseting Føroya og Hagstovan. Fyrimunirnir eru fleiri:

  • Við XBRL slepst undan at tasta upplýsingar frá innkomnum skjølum inn í telduskipanir.
  • Roknskapirnir verða uppsettir eins, og lættari verður at samanbera tøl frá ymiskum bransjum.
  • Størri arbeiðsorka verður til at hava eftirlit við, at roknskapirnir eru rættir.
  • Vinnulívið fær sum frá líður eina betri hagtalstænastu.

Taksonomi

At ein roknskapur skal latast inn í XBRL-formati hevur við sær, at hann skal parast við eina taksonomi. Ein taksonomi er ein standardskrá yvir allar teigar, sum eiga at vera í einum roknskapi. TAKS hevur gjørt eina slíka taksonomi. Heinta hana í zip-mappu undir snarslóðum.

XBRL er fyri partafeløg, smápartafeløg og vinnurekandi grunnar

Felags fyri tey er, at tey eru skrásett hjá Skráseting Føroya og hava ofta størri roknskapir at lata inn. Tað er XBRL gott til.

Feløg, sum ikki eru skrásett hjá Skráseting Føroya, t.d. einstaklingsvirkir, skulu ikki brúka XBRL, tí tey hava ofta smærri roknskapir. Tey skulu í staðin lata inn í excel-formati og seta roknskapin upp eftir einum av standard roknskaparleistunum hjá TAKS.

Les meira um roknskap hjá feløgum og einstaklingsvirkjum undir snarslóðum.

Brúk fyri hjálp til XBRL?

Best er at seta seg í samband við bókhaldara ella grannskoðara

TAKS kann ikki hjálpa við XBRL.