Lurta

Freistir og treytir fyri innlating

Nær og hvussu sjálvuppgávan 2025 hjá feløgum skal latast inn.

Sjálvuppgáva
Roknskapur
  • Skal altíð latast inn
  • Skal latast inn á Vinnuglugganum sum viðfesti til sjálvuppgávuna
  • Freistin er 1. juli 2026
  • Les um roknskap
Kapitalvinningssjálvuppgáva
Vinningsbýtisuppgerð
  • Skal latast inn, um vinningur er útlutaður til eigarar
  • Skal tastast inn á Vinnuglugganum
  • Freistin er 14 dagar eftir avgerð um útlutan
  • Les um vinningsbýtisuppgerð
Ársfrásøgn
  • Skal latast inn, um felagið er skrásett hjá Skráseting Føroya
  • Skal latast inn til Skráseting Føroya á sjálvgreiðsluni hjá Vinnustovninum
  • Freistin er fýra til seks mánaðir eftir lokið roknskaparár
  • Les um ársfrásøgn
Ongan Vinnuglugga?

Hann er eitt must hjá vinnurekandi.