Rita inn á gluggan og vel Sjálvuppgáva > Kapitalvinningssjálvuppgáva.
Verður latið inn á annan hátt, telur tað sum óinnlatið.
Vinnurekandi feløg, sum hava havt vinning av ogn ella virðisbrøvum í roknskaparárinum, skulu saman við sjálvuppgávuni lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu.
Innlatingarfreistin er 1. juli 2026.
Rita inn á gluggan og vel Sjálvuppgáva > Kapitalvinningssjálvuppgáva.
Verður latið inn á annan hátt, telur tað sum óinnlatið.
Selur eitt felag virðisbrøv, skal tað upplýsa, um sølan gevur vinning ella tap. Er talan um vinning, skal skattur rindast av muninum millum útveganarvirði og søluvirði.
Eru virðisbrøvini keypt 21.12.2001 ella seinni, er útveganarvirðið keypsvirðið. Eru tey keypt áðrenn 21.12.2001, er útveganarvirðið kursvirðið 31.12.2006, ásett á ávísan hátt.
Hall kann flytast fram sum frádráttur til seinni ár, um tað ikki rúmast í vinningi í árinum. Vísir inntøkuuppgerðin hall sambært skattalógini, kann tað dragast frá í kapitalvinningssjálvuppgávuni. Hall kann ikki flytast hin vegin.
Rentuinntøkur og rentuútreiðslur verða tiknar við í roknskapin og skulu tí skattast sambært skattalógini.
Skattur, sum útlutandi felag hevur goldið TAKS í sambandi við útlutan, skal setast í teigin fyri goldnan skatt av vinningsbýti frá føroyskum feløgum. Er skattur goldin uttanlands, skal hann setast í samsvarandi teig, og skjalprógv skal leggjast við.
Í útrokningini verður útlendski skatturin tikin við. Tvískattasáttmálar, sum Føroyar eru við í, loyva bert lutvísum frádrátti fyri henda skatt. Til ber at søkja viðkomandi land um at fáa afturbornan tann partin av skattinum, sum frádráttur ikki fæst fyri.
Best er at seta seg í samband við bókhaldara ella grannskoðara.
Til ber eisini at spyrja kundatænastu okkara. Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 12 ella skriva til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.
Tú kanst eisini bíleggja eitt svar, og vit ringja teg upp aftur, tá tú hevur tíð.
Heinta “Umsókn um at gerast brúkari av Vinnuglugganum” undir oyðubløðum her á síðuni. Fyll umsóknina út og send eina skanning ella mynd av henni:
Nakrir fáir dagar, og tú kanst brúka tænastuna. Les meira um hana her.
Lat inn við skjalinum "Kapitalvinningssjálvuppgáva 2025 hjá feløgum". Heinta tað undir oyðubløðum
So skalt tú brúka kapitalvinningssjálvuppgávuna hjá borgarum.
Hon verður klár at avgreiða 3. mars 2026. Vitja aftur tá.