Lurta

Roknskapur

Vinnurekandi feløg skulu hvørt ár lata inn roknskap á Vinnuglugganum saman við sjálvuppgávuni.

Innlatingarfreistin er 1. juli 2026.

Roknskapurin skal latast inn sum viðfesti til sjálvuppgávuna

Viðfestisfunkan er á somu síðu sum sjálvuppgávan. Hjá partafeløgum, smápartafeløgum og íverksetarafeløgum eitur hon Skattlig sundurgreining. Hjá felagsskapum eitur hon Skattaroknskapur.

  • Felagsskapir viðfesta sum Excel
  • Íverksetarafeløg viðfesta sum PDF
  • Partafeløg og smápartafeløg viðfesta sum PDF og XBRL
Roknskapurin skal setast upp eftir roknskaparleisti hjá TAKS

Tríggir leistir eru: RL1, RL2 og RL3

  • RL1 er fyri feløg, sum ikki eru skrásett hjá Skráseting Føroya.
  • RL2 og RL3 er fyri feløg, sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya og hava skyldu at lata inn ársfrásøgn. RL2 er arts-/greinbýttur, RL3 er funktións-/starvsbýttur.

Heinta roknskaparleistirnar undir oyðubløðum her á síðuni.

XBRL

XBRL merkir eXtensible Business Reporting Language og er ein standardur, sum ger roknskapir lættari at viðgera hjá TAKS, Skráseting Føroya og Hagstovuni.

Við XBRL:

  • slepst undan at tasta upplýsingar frá innkomnum skjølum inn í skipanir,
  • verða roknskapir uppsettir líka og eru lættari at samanbera,
  • fær vinnulívið betri hagtøl.

XBRL er fyri partafeløg, smápartafeløg og vinnurekandi grunnar, sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya og vanliga hava størri roknskapir.

XBRL-roknskapur skal parast við eina taksonomi

Tað er ein standardskrá yvir allar teigar, sum skulu vera í einum roknskapi. Heinta hana undir leinkjum í ZIP-formati.

Til ber at kanna, um XBRL-roknskapurin er í lagi áðrenn innlating

Rita inn á Vinnugluggan, vel Kanna XBRL-fílu og fylg vegleiðingini.

XBRL krevur innlit í roknskap og kunningartøkni

Best at spyrja grannskoðara ella bókhaldara, um tørvur er á hjálp. TAKS fær ikki vegleitt um XBRL.

Bókhaldskrøv

Dokumentatión

  • Skrásetingar skulu kunna sporast aftur til skattligu uppgerðirnar.
  • Tøl í skattauppgerðini skulu kunna sundurliðast í teir postar, tey eru samansett av.

Rakstur

  • Nettosøla skal vísast sum sjálvstøðugur postur og gerast upp við atliti at tilgóðahavandi fyri vørusølu og tænastur við ársbyrjan og ársenda.
  • Vørunýtsla, lønir, aðrar starvsfólkaútreiðslur og kostnaðir annars skulu upplýsast serstakt eftir slagi.
  • Eru útreiðslur nýttar til støðisfæ ella privata nýtslu, skulu flytingar upplýsast serstakt fyri hvønn kostnað sær.

Avskriving

  • Avskrivingar, sum stava frá staðfestum tapi upp á skuldarar, skulu vísast sum serstakir postar.
  • Støðisfæ, sum verður avskrivað, skal sundurliðast, so at avskrivingargrundarlagið kann eftiransast.
  • Árligar avskrivingar skulu vísast serstakt, sundurliðaðar eftir slagi á støðisfæi.
  • Fyri bygningar og aðrar støðisognir skulu útveganarár og útveganarpeningur upplýsast.

Fíggjarstøða

  • Fíggjarstøða við uppgerð yvir ogn og skuld við ársenda skal vera partur av roknskapinum.
Avskrivingar

Rakstrargøgn, sum kosta 20.000 kr. ella minni,  kunnu dragast beinleiðis frá skattskyldigari inntøku.

Kosta tey meira, kann kostnaðurin verða tilførdur fíggjarstøðuna sum avskrivingarbær salda, ið kann avskrivast við 30% av salduvirðinum árliga. Hetta er sambært § 2, stk. 5, í avskrivingarlógini.

Siga vit, at rakstrargøgn verða keypt fyri 100.000 kr., kunnu fyrsta árið avskrivast 30% av 100.000, annað árið 30% av 70.000, triðja 30% av 49.000 og so framvegis.

Gev gætur

  • Innrættingar í leigaðum hølum kunnu avskrivast við 10% um árið í 10 ár.
  • Fyri persónbil verður útveganarvirðið yvir 150.000 kr. ikki talt við í avskrivingarbæru salduna. Hetta er sambært § 5a í avskrivingarlógini.
Brúk fyri hjálp til roknskapin?

Best er at seta seg í samband við bókhaldara ella grannskoðara.

Til ber eisini at spyrja kundatænastu okkara. Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 12 ella skriva til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.

Tú kanst eisini bíleggja eitt svar, og vit ringja teg upp aftur, tá tú hevur tíð.

Einstaklingsvirki?

So skalt tú brúka roknskapin hjá borgarum.

Hann verður klárur at avgreiða 3. mars 2026. Vitja aftur tá.