Lurta

Sjálvuppgáva

Vinnurekandi feløg skulu hvørt ár lata sjálvuppgávu og roknskap inn til TAKS, stundum eisini kapitalvinningssjálvuppgávu og vinningsbýtisuppgerð. Eisini feløg við skattafrælsi lata inn.

Innlatingarfreistin er 1. juli 2026.

Sjálvuppgávan skal tastast inn á Vinnuglugganum

Rita inn á gluggan og vel Sjálvuppgáva > Sjálvuppgáva.

Verður latið inn á annan hátt, telur tað sum óinnlatið.

Roknskapurin skal viðfestast saman við sjálvuppgávuni

Viðfestisfunkan er á somu síðu sum sjálvuppgávan. Hjá partafeløgum, smápartafeløgum og íverksetarafeløgum eitur hon Skattlig sundurgreining. Hjá felagsskapum eitur hon Skattaroknskapur.

Meira

> Roknskapur

Kapitalvinningssjálvuppgáva og vinningsbýtisuppgerð

Kapitalvinningssjálvuppgáva

Skal latast inn, um vinningur hevur verið av ogn ella virðisbrøvum. Skal latast inn á Vinnuglugganum saman við sjálvuppgávuni. Skal tastast inn undir Sjálvuppgáva > Kapitalvinningssjálvuppgáva.

Vinningsbýtisuppgerð

Skal latast inn, um vinningur er útlutaður til eigarar. Skal tastast inn á Vinnuglugganum undir Sjálvuppgáva > Vinningsbýtisuppgerð. Innlatingarfreistin er 14 dagar eftir aðalfundaravgerð um útlutan.

Meira

> Kapitalvinningssjálvuppgáva
> Vinningsbýtisuppgerð

Lat rætt og rættstundis inn

Annars kann TAKS áleggja sekt

  • Sektin er millum 1.000 og 5.000 kr. fyri sjálvuppgávuna og tað sama fyri kapitalvinningssjálvuppgávuna.
  • Verður framvegis ikki innlatið, metir TAKS um skattin og sendir felagnum eitt hoyringarskriv. Sektin skal altíð rindast.

Innlatingarfreistin er 1. juli 2026

  • Tá skal TAKS hava móttikið sjálvuppgávu og roknskap.
  • Hevur felagið havt vinning av ogn ella virðisbrøvum, skal  kapitalvinningssjálvuppgáva eisini verða móttikin tá.
Brúk fyri hjálp til sjálvuppgávuna?

Best er at seta seg í samband við bókhaldara ella grannskoðara.

Til ber eisini at spyrja kundatænastu okkara. Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 12 ella skriva til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.

Tú kanst eisini bíleggja eitt svar, og vit ringja teg upp aftur, tá tú hevur tíð.

Ongan Vinnuglugga?

Søk um at gerast brúkari

Heinta “Umsókn um at gerast brúkari av Vinnuglugganum” undir oyðubløðum her á síðuni. Fyll umsóknina út og send eina skanning ella mynd av henni:

  • við maili til taks@taks.fo ella
  • við brævi til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn

Nakrir fáir dagar, og tú kanst brúka tænastuna. Les meira um hana her.

Ber av serligum orsøkum ikki til at brúka Vinnugluggan?

Lat inn við skjalinum "Sjálvuppgáva 2025 hjá feløgum". Heinta tað undir oyðubløðum.

Einstaklingsvirki?

So skalt tú brúka sjálvuppgávuna hjá borgarum. 

Hon verður klár at avgreiða 3. mars 2026. Vitja aftur tá.