Rita inn á gluggan og vel Sjálvuppgáva > Vinningsbýtisuppgerð.
Verður latið inn á annan hátt, telur tað sum óinnlatið.
Vinnurekandi feløg, ið luta út vinningsbýti til eigarar sínar, skulu lata inn vinningsbýtisuppgerð. Uppgerðin skal vísa, hvør fær vinningsbýti, og hvussu skatturin er roknaður. Verður útlutað til feløg, sum ikki skulu rinda skatt, skal uppgerðin vísa hetta.
Innlatingarfreistin er 14 dagar eftir avgerð um útlutan.
Rita inn á gluggan og vel Sjálvuppgáva > Vinningsbýtisuppgerð.
Verður latið inn á annan hátt, telur tað sum óinnlatið.
Við útlutan til likamligar persónar 35%. Við útlutan til løgfrøðiligar persónar 18%.
Er afturhildin skattur ikki goldin, tá ið freistin er úti, verður hann rentaður við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað frá rættstundis gjaldsdegnum at rokna.
Best er at seta seg í samband við bókhaldara ella grannskoðara.
Til ber eisini at spyrja kundatænastu okkara. Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 12 ella skriva til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.
Tú kanst eisini bíleggja eitt svar, og vit ringja teg upp aftur, tá tú hevur tíð.
Heinta “Umsókn um at gerast brúkari av Vinnuglugganum” undir oyðubløðum her á síðuni. Fyll umsóknina út og send eina skanning ella mynd av henni:
Nakrir fáir dagar, og tú kanst brúka tænastuna. Les meira um hana her.
Lat inn við skjalinum "Vinningsbýtisuppgerð 2025 hjá feløgum". Heinta tað undir oyðubløðum.