Skriva út

Avskriving av vinnuligum bygningum

Fyri summar vinnuligar bygningar kunnu gerast skattligar avskrivingar. Talan er um:

  • bygningar, sum verða nýttir til handverk og ídnað,
  • bygningar, sum verða nýttir til gistingarhús og íbúðir,
  • aðrar bygningar, har minst 75% av gólvvíddini verða nýtt vinnuliga.

Ein treyt fyri at avskriva er, at virksemið skal vera rikið í tí roknskaparári, sum frádrátturin fyri avskrivingina verður givin fyri. Avgerandi er eisini § 17 í avskrivingarlógini.

Bygningar, sum kunnu avskrivast

Avskrivingarbæru bygningarnir eru lýstir í § 17, stk. 1, litra a-c, í avskrivingarlógini, her við okkara útgreiningum afturat.

§ 17, stk. 1, litra a: Bygningar, sum verða nýttir til handverk og ídnað

Treytir: Einki annað virksemi kann vera í bygninginum uttan handverk og ídnaður. Tó kunnu vera hølir til skrivstovur og goymslur, sum hoyra virkseminum til.

Víst verður til avskrivingarlógina og til landsskattanevndaravgerð, mál nr. 17/1989 og 18/1989. Sí lóg og avgerð undir snarslóðum her á síðuni.

§ 17, stk. 1, litra b: Bygningar, sum verða nýttir til gistingarhús og íbúðir

Treytir: Viðvíkjandi gistingarhúsum skal talan vera um gistingarhús burturav. Tað er, at tey skulu hava reseptión, dagliga reingerð og annað slíkt, sum hoyrir gistingarhúsum til. Talan kann ikki vera um vanlig sethús, sum eigarin røkir. Viðvíkjandi íbúðum skal talan vera um minst 10 íbúðir undir sama taki. Tað er ikki nóg mikið, at tær standa í somu gøtu ella sama øki.

Bæði gistingarhús og íbúðarbygningar kunnu hava hølir til skrivstovur og goymslur, sum hoyra virkseminum til.

Víst verður til avskrivingarlógina og til landsskattakærunevndaravgerð frá 26.06.2000. Sí lóg og avgerð undir snarslóðum.

§ 17, stk. 1, litra c: Aðrir bygningar, har minst 75% av gólvvíddini verða nýtt vinnuliga

Treytir: Einki krav er um, hvat fyri virksemi skal vera í bygninginum, bara tað er vinnuligt. Talan kann eisini vera um skrivstovur og goymslur. Tey eftirverandi 25% av bygninginum kunnu vera til privatnýtslu, tó at bert vinnuligi parturin kann avskrivast.

Upp í tey 75 prosentini kunnu roknast goymslur, sum hoyra virkseminum til.

Tey 75% skulu takast bókstavliga. Víst verður til avskrivingarlógina og til landsskattanevndaravgerð, mál nr. 17/1989 og 18/1989, har landsskattanevndin afturvísti avskriving av bygningi, har helmingurin av gólvvíddini varð nýttur vinnuliga. Sí avgerð undir snarslóðum.

Bygningar, sum ikki kunnu avskrivast

§ 17, stk. 2, í avskrivingarlógini fyriskrivar, at bygningar kunnu ikki avskrivast, um teir verða nýttir til bústað ella endamál í hesum sambandi.

Tað er væl at merkja, um ikki talan er um bygningar við minst 10 íbúðum undir sama taki, eins og greitt er frá omanfyri í partinum um bygningar, sum kunnu avskrivast. Er talan um annað, er avskriving ikki loyvd, sama hvussu stóran part av bygninginum, ið talan er um.

Avskrivingarháttur

§ 20 í avskrivingarlógini lýsir, hvussu avskrivast skal.

Bygningar undir § 17, stk. 1, litra a og b

Útveganarárið og níggju tey næstu inntøkuárini kann árliga avskrivast fyri upp til 7% av útveganarpeninginum. Síðan árliga fyri upp til 2% av útveganarpeninginum.

Víst verður til § 20, stk. 1, í avskrivingarlógini.

Bygningar undir § 17, stk. 1, litra c

Útveganarárið og níggju tey næstu inntøkuárini kann árliga avskrivast fyri upp til 4% av útveganarpeninginum. Síðan árliga fyri upp til 1% av útveganarpeninginum.

Víst verður til § 20, stk. 2, í avskrivingarlógini.

Um bygningur verður nýttur til fleiri endamál samstundis

Útveganarvirðið skal býtast upp í partar í mun til gólvvíddina hjá hvørjum endamáli. Avskrivað verður so av hvørjum parti við teimum prosentum, sum galda fyri hvørt endamál.

Einans bygningar undir § 17, stk. 1, litra b og c, eru fevndir av hesum.

Víst verður til § 18 í avskrivingarlógini.

Um talan er um fleiri bygningar

Er talan um fleiri bygningar, skal hvør bygningur avskrivast fyri seg.