Skriva út

Avtøka av feløgum

Við at avtaka eitt felag kunnu fyritøkur ella aðrir juridiskir persónar sjálvboðnir gevast við virkseminum. Við avtøkuni verða øll aktiv seld, og skuld og aðrar skyldur rindaðar, og møguligt yvirskot latið eigarunum.

Um avtøku av feløgum

Í skattalógini er ásett, at tá feløg verða avtikin ella taka upp skattafrælst virki, stendur skattskyldan við, til tað skattaárið er úti, sum felagið varð tikið av ella tók upp skattafrælst virksemi. Umframt tað skal slíkt felag gera roknskap, til felagið varð avtikið ella tók upp skattafrælst virki.

Avtøkustjóri, ávikavist nevndin, skal í seinasta lagi 4 vikur aftan á avtøku ella upptøku av skattafrælsum virki geva TAKS boð um hetta og senda yvirlit yvir inntøkurnar í nevnda tíðarskeiði. Hetta yvirlit verður gjørt eftir reglunum um sjálvuppgávu, um tær annars kunnu nýtast.

Verður ikki boðað frá, verður avtøkustjóranum, ávikavist nevndini, áløgd sekt so stór, sum TAKS leggur á. Avtøkustjóri, ávikavist nevndin, kann eisini verða tvingað til at lata inn áðurnevndu boð og inntøkuuppgerð við at álagdar verða dagbøtur, so stórar sum TAKS leggur á.

Umframt at avgerð um avtøku kann verða tikin av Skiftirættinum, verður avgerð um avtøku vanliga tikin á aðalfundi og verður aðalfundarsamtyktin lýst í bløðunum.

Uppgerð av roknskapi

Sambært partafelagslógini skal avtøkustjóri gera roknskap fyri tíðina frá seinasta status og inntil avtøkudagin umfatandi rakstrarroknskap og fíggjarstøðu á avtøkudegnum, og eina uppgerð fyri tíðina aftaná og inntil avtøkuna.

Ognirnar hjá felagnum skulu í fíggjarstøðuni hjá avtøkubúnum takast upp til ætlað realisatiónsvirði, og munurin millum bókað virði og realisatiónsvirði verður bókað á avtøkukontu. Hesar reguleringar hava vanliga ikki skattligan týdning, men hædd skal takast fyri reguleringum, tá skattskyldiga inntøkan verður gjørd upp í sambandi við sølu av ognunum.

Nevndi roknskapur skal, eftir at verða grannskoðaður, skjótast møguligt leggjast fram til eftirskoðan fyri partaeigararnar og kreditorarnar á skrivstovuni hjá felagnum og skal innsendast til Skráseting Føroya.

Herumframt verður gjørd ein uppgerð fyri tíðina aftaná avtøkudagin og inntil avtøkuna.

Skráseting Føroya upplýsir, at vanliga sendir avtøkustjóri ikki roknskap inn til Skrásetingina, fyrr enn avtøkan er liðug, og at hetta higartil hevur verið góðkent, men at tað er eitt krav, at roknskapurin er deildur upp í tíðarskeiðið áðrenn avtøkuna og tíðarskeiðið aftaná.

Avtøka endað

Avgerð um, at avtøkan er endað, og felagið upployst, verður tikin á avtakandi aðalfundinum. Vanliga vil ein roknskapur við uppskoti um býti av ognunum hjá búnum vera tøkur.

Í roynd og veru vil møgulig inntøka aftan á skeringsdagin í endaliga avtøkuroknskapinum verða at skatta hjá partaeigarunum. Kravt má verða, at tann avtakandi aðalfundurin verður hildin í beinleiðis framhaldi av endaliga statusdegnum, og at fráboðanin um at strika felagið verður givin rættstundis til Skráseting Føroya, tað vil siga áðrenn 14 dagar aftan á at endaligi grannskoðaði avtøkuroknskapurin er góðkendur av aðalfundinum.

Roknskapurin skal vísa, at allir kreditorar eru goldnir, og at útlutanin er farin fram. Skattakvittan skal fylgja við og hetta hevur ta fyritreyt, at hon er givin frammanundan.

Hetta merkir samstundis, at bæði avtøkustjóri og TAKS eru áhugað í, at øll krøv eru meldaði, og at øll krøv eru við, ið eiga at verða tað, og at krøvini eru rætt uppgjørd.

Útlutan til partaeigarnar kann ikki fara fram, fyrr enn kunngjørda freistin upp á 3 mánaðir er farin, og øll skuld er goldin.

Vert er at leggja til merkis, at talan er um alla kenda skuld, og ikki bert fráboðaða skuld, og at kreditorarnir hava rætt til at krevja skuld goldna, tá hon er fallin til gjaldingar. Samstundis skal avtøkustjóri tryggja sær, at fullur dekningur er til allar kreditorarnar, herundir TAKS, fyri at avtøkustjórin ikki skal ábyrgjast fíggjarliga.

Heldur ikki kann búsviðgerðin enda, fyrr enn møguligar ósemjur um krøv eru avgjørdar.