Lurta

Burðardygdargjald | Vinna

Frá 1. februar 2026 skulu gistingarveitarar krevja inn burðardygdargjald frá ferðafólki, sum er 16 ár ella eldri, og sum rindar fyri gisting í Føroyum.

Gjaldið er 20 krónur fyri náttina, tó í mesta lagi 200 krónur til samans fyri hvørt ferðafólk.

Gistingarveitarar eru øll, ið taka gjald fyri at veita ferðafólki innivist

Til dømis:

  • gistingarhús, vallaraheim, kampingpláss, tjaldingarpláss og líknandi
  • havnarmyndugleikar, sum taka gjald fyri atløgupláss hjá vitjandi stuttleikabátum
  • privatfólk, sum leiga út sjálv ella gjøgnum Airbnb, Ból & Bita og tílíkar tænastur
Innkrevjing og avrokning av burðardygdargjaldinum

Innkrevjing

Burðardygdargjaldið skal leggjast aftur at kostnaðinum fyri gistingina og síðan krevjast inn í sambandi við antin bílegging, komu ella fráferð. Tað er upp til tann einstaka útleigaran at avgera, nær gjaldið verður innkravt.

Avrokning

Burðardygdargjaldið skal avroknast við TAKS:

  • feløg avrokna á Vinnuglugganum
  • privatfólk avrokna á Borgaraglugganum

Síðsta freist at avrokna er við innlating av sjálvuppgávuni næsta ár, tað er í 2027.

Tá skal upplýsast samlaða upphæddin, sum er innkravd frá 1. februar 2026, og uppgerð yvir innkrevjingar skal viðfestast.

Gev gætur, at til ber ikki at avrokna enn. TAKS arbeiðir við at gera loysnirnar klárar.

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.