Skriva út

Endurrindan av vinningsbýtisskatti

Tá persónar og feløg í øðrum londum rinda skatt av vinningsbýti frá føroyskum feløgum í Føroyum og heimlandinum, er møguligt at søkja um at fáa vinningsbýtisskattin endurrindaðan, um galdandi tvískattaavtala er við landið.

Treytir og umsókn

Tá persónar og feløg, heimahoyrandi í øðrum londum, móttaka vinningsbýti frá føroyskum feløgum gerast tey avmarkað skattskyldig til Føroya. Av tí at hesi eru heimahoyrandi í øðrum londum, gerast tey eisini skattskyldig av vinningsbýtinum har. Her kann gerast talan um tvískatting, og fyri at loysa hetta, hava Føroyar gjørt tvískattaavtalur við ymisk lond, sum ásetur hvussu skatturin skal býtast (sí talvu niðanfyri). Mannagongdin er, at tað útlutandi felagið eftirheldur %-satsin, sum er galdandi í Føroyum (vanliga 35%), og síðan kann móttakarin søkja um at fáa afturrindað niður til tann %-sats, sum er ásettur sambært galdandi tvískattaavtalu.

Niðanfyri standandi talva vísir yvirlit yvir, hvørji lond Føroyar hava tvískattaavtalur við, sum viðvíkja býti av vinningsbýtisskatti. Talvan vísir prosentsatsin, sum Føroyar skulu hava í skatti.

Land

Feløg eiga minst 10%

Onnur

Bretland

5%

15%

India

15% (eiga min. 25%)

25%

Sveis

0%

15%

Norðurlond

0%

15%


Dømi

Sum dømi kann nevnast ein persónur, sum er heimahoyrandi í Danmark, og fær útlutað vinningsbýti frá felag, heimahoyrandi í Føroyum. Tað útlutandi felagið hevur tá skyldu at eftirhalda vinningsbýtissatsin, sum er galdandi í Føroyum, sum vanliga er 35%. Fyri at loysa tvískatting í hesum føri, verður tvískattasáttmálin millum Norðurlond nýttur. Hesin ásetir, at Føroyar hava rætt til 15% av skattinum, meðan restin av skattinum verður afturrindaður. Um móttakarin var heimahoyrandi í India, so var rætturin hjá Føroyum 25% av skattinum.

Saman við umsóknini skal viðleggjast:

  • Skjalprógv upp á móttikið vinningsbýti og goldna skattin
  • Váttan frá skattavaldinum, har umsøkjarin er heimahoyrandi
Feløg í Norðurlondum ella Sveis, ið eiga 10% ella meira

Fyri feløg heimahoyrandi í Norðurlondum ella Sveis, ið eiga 10% ella meira, er mannagongdin, at tað útlutandi felagið kann fáa eina góðkenning frá TAKS, um at sleppa undan at eftirhalda vinningsbýtisskatt. Treytirnar eru tá, at útlutað verður til eitt útlendskt felag, sum er heimahoyrandi í Norðurlondum ella Sveis, og at felagið samstundis eigur 10% ella meira í útlutandi felagnum.

Í umsóknini skal verða upplýst:

  • Hvønn útlutað verður til
  • Upphædd

Eisini skal viðleggjast:

  • Váttan frá skattavaldinum um, at felagið er fevnt at tvískattasáttmála við Føroyar, tá ið útlutað verður
  • Upplýsingar um eigaraviðurskifti

TAKS skal móttaka og góðkenna umsóknina áðrenn vinningsbýtið verður útgoldið, síðan kann føroyska felagið gjalda vinningsbýti út, uttan at skattur skal eftirhaldast. Váttanin skal viðleggjast vinningsbýtisuppgerðini.

Um umsóknin til TAKS, um at sleppa undan at gjalda vinningsbýtisskatt ikki er góðkend, tá útlutað verður, skal skattur eftirhaldast og gjaldast til TAKS. So kann útlendska felagið søkja um at fáa skattin endurrindaðan sum vanligt, sum lýst í døminum omanfyri.

Søkjast skal fyri hvørja útlutan.

Umsókn um afturrindan av føroyskum vinningsbýtisskatti er at finna í danskari og enskari útgávu undir snarslóðum.