Skriva út

Framflyting av skattligum halli

Vísir skattauppgerðin hall eitt ár, kann hetta verða drigið frá í skattskyldigu inntøkuni fylgjandi árini. Hall kann tó bert flytast fram til frádrátt eitt seinni inntøkuár, um tað ikki er rúm fyri tí í skattskyldigu inntøkuni eitt fyrri ár. T.e., at fyrsta árið verður so nógv drigið frá, sum inntøka er til.

Skuldarsemja og skuldareftirgeving

Fær tann skattskyldigi eina neyðskuldarsemju (tvangsakkord), skuldareftirgeving (-sanering) ella sjálvbodna skuldarsemju (frivillig akkord), so ber hetta í sær, at tann parturin av skuldini, sum verður eftirgivin e.a., skal mótroknast í halli, sum ikki er drigið frá frammanundan, bæði frá hesum ári og eldri inntøkuárum.

Mótrokningin í halli kann gerast bæði í staðfestum halli, tað árið sum neyðskuldarsemja, skuldareftirgeving ella sjálvboðin semja er gjørd, og í halli frá eldru árum, sum ikki er nýtt í byrjanini av skuldareftirgevingarárinum.

Hall frá fleiri inntøkuárum

Um hall frá fleiri inntøkuárum skulu lækkast, verður hall frá eldri árum lækkað fyrst.

Skuldarlækkingin verður gjørd upp sum munurin millum áljóðandi skuld og niðurskrivaða virðið av áljóðandi skuld aftaná at neyðskuldarsemja, skuldareftirgeving ella sjálvboðin skuldarsemja er fingin í lag.

Um skattskyldig inntøka stendst av saneringini, verður hon skattað eftir kapitalvinningsskattalógini og skal tá dragast frá lækkingarupphæddini, sum skal mótroknast í halli.

Hall í sambandi við trotabúgv, gjaldsteðg o.tíl. verður tó bert loyvt frádrigið í tann mun, skuldin ella partur av henni er goldin. Tann goldni parturin kann tó dragast frá í gjaldingarárinum.

Viðmerkjast skal, at undir gjaldsteðg o.tíl. kemur eisini tann støða, har eitt virki ikki formelt boðar frá gjaldsteðgi, men bert heldur uppat at gjalda rokningar og svara sínar skyldur.