Lurta

Fyribilsskattaskráseting

Fyribilsskattaskráseting er at geva TAKS boð um broytingar, sum man hevur í inntøku ella frádrátti, og sum TAKS ikki er vitandi um. Til dømis um man fær løn uttan fyri skattaskipanina, ella um verandi støða broytist, so at ein áður gjørd fyribilsskattaskráseting má rættast.

So fært tú rættan skatt.

Fyribilsskattaskráseting kann gerast upp á tveir mátar

Á Borgaraglugganum

  • Rita inn
  • Vel sjálvuppgávan > fyribilsskattaskráseting > fyribilsskráseting 2025
  • Fyll út og send

Við oyðublaði

Heinta oyðublaðið Fyribilsskattakráseting, fyll út og send við teldubrævi til TAKS á Mínboks ella við vanligum brævi til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.

Hvat ger TAKS við upplýsingarnar?

TAKS skrásetir tær í telduskipan síni og roknar so nýggja skattin. Hann rindar tú mánaðarliga við inngjaldskorti, sum tú fært sendandi.

Um virksemið heldur uppat

Um tú gevst við virkseminum mitt í árinum, skalt tú meta um nettovinningin hjá tær frá ársbyrjan til upphathaldið. Send metingina til TAKS við eini fyribilsskattaskrá.

Tú skalt eisini boða frá, at virksemið heldur uppat. Tað gert tú við oyðublaðnum Frámeldingarskjal til Vinnuskránna.