Skriva út

Kolvetnisskattur

Kolvetnisskattur er skattur av virksemi í sambandi við kolvetnisvinnu í Føroyum.

Um lógarverkið fyri kolvetnisskatti

Kolvetnisskattalógin og kolvetnisskattafyrisitingarlógin eru serlógir, sum eru víðkanir av skattalógunum, soleiðis at Føroyar kunnu skatta alt virksemi í sambandi við kolvetnisvinnu undir Føroyum. Hetta er m.a. lýst í viðmerkingunum til upprunaliga lógaruppskotið:

“...Uppskotið hevur eisini í sær reglur, sum tryggja, at Føroyar kunnu skatta inntøkur í sambandi við leiting og framleiðslu, hóast inntøkan eftir vanligum reglum um skattskyldu ikki hevði verið skattskyldig í Føroyum. Í hvønn mun víðkaða skattskyldan kann fáast ígjøgnum, er tó treytað av teimum avmarkingum, sum feldar eru niður í teir tvískattasáttmálar, sum Føroyar hava gjørt...”

Inntøkuár

Inntøkuárið hjá teimum, sum eru skattskyldig eftir reglunum í kolvetnisskattalógini, er álmanakkaárið, sí §16 í kolvetnisskattafyrisitingarlógini.

Skattur hjá feløgum

Feløg gjalda vanligan partafelagsskatt eftir skattalógini og ásetingarlógini av inntøkum, sum eru aðrar inntøkur enn av kolvetnisvirksemi sambært § 4 í kolvetnisskattalógini. Skattskyldigar inntøkur, sum stava frá inntøkum frá kolvetnisvirksemi sambært § 4 í kolvetnisskattalógini, skulu gerast upp fyri seg og verða í fyrsta lagi skattaðar við 27%. Harafturat verða slíkar inntøkur serskattaðar eftir reglunum í kapittul 2a í kolvetnisskattalógini.

Hall

Hall av aðrari vinnu kann verða drigið frá í § 4 inntøkum, meðan hall av § 4 virksemi ikki kann flytast til frádrátt í øðrum inntøkum.

Upplýsingarskylda

Í kolvetnisskattafyrisitingarlógini eru ásetingar um tær serligu skyldur, sum áliggja loyvishavarum í sambandi við at lata TAKS upplýsingar. Ásetingarnar siga, at loyvishavarin skal ókravdur lata skattavaldinum upplýsingarnar, sum eru nevndar í §§ 7 og 8. Hetta skal gerast í seinasta lagi 14 dagar aftaná, at arbeiðið er byrjað.

Í § 7 er nevnt at upplýsingar um arbeiðsavtalur við feløg og persónar skulu latast TAKS. Upplýsast skal navn á felagi ella persóni, hvat slag av arbeiði avtalan er um, møguligt virkistal, nær og hvar arbeiði verður gjørt, sáttmálaupphædd, mett útgoldin løn og eitt avrit av møguligari avtalu.

§ 8 fevnir um skylduna hjá arbeiðsgevarum at lata TAKS upplýsingar um allar persónar, sum eru í starvi innan kolvetnisvinnuna. Upplýsast skal navn, føðingardagur, møguligt persóntal, bústaður, skattligur heimstaður, navn arbeiðsgevarans og møguligt v-tal, arbeiðspláss, slag av arbeiði og hvussu leingi arbeiðið væntast at vara.

Nevndu upplýsingar skulu latast uttan mun til, um nevndu feløg og persónar eru skattskyldig. Upplýsingar skulu tó ikki latast um feløg, sum einans eru veitarar av vørum, og sum ikki gera nakað arbeiði í føroyskum øki.

§ 10 fevnir um upplýsingarskylduna hjá flutningsfeløgum um ókravd at lata TAKS upplýsingar um nøvn á ferðafólkum, sum tey flyta til og frá økjum við kolvetnisvirksemi.

Skattur hjá persónum

Persónar, sum bert eru skattskyldigir eftir kolvetnisskattalógini, skulu gjalda 35% í skatti av bruttolønini umframt AM-gjald, sum er 2,25%. Harafturat skal arbeiðsgevarin gjalda 2,25% í AM-gjald av allari løn, sum er útgoldin.

Norðurlendska dupultskattaavtalan frítekur persónar fyri skatting av lønarinntøku í Føroyum av frálandavirksemi, um viðkomandi ikki hevur arbeitt meira enn 30 dagar í einum 12 mánaða tíðarskeiði. Aðrir ríkisborgarar verða skattaðir frá fyrsta degi.