Skriva út

Land fyri land-frágreiðing

Ein land fyri land-frágreiðing (Country-by-Country Report) er ein frágreiðing, sum ávís feløg í Føroyum, ið eru partur av altjóða samtaki, skulu lata TAKS um búskaparliga virksemi sítt, um samlaði umsetningurin hjá samtakinum eitt roknskaparár er 5,6 milliardir krónur ella meira. Sí meira um løgfrøðiligar ásetingar í §§ 118 b-g í skattalógini.

Ein land fyri land-frágreiðing skal m.a. upplýsa, í hvørjum skattligum rættardømum, eitt fleirtjóða samtak hevur virksemi, hvat umsetningurin og vinningurin hava verið, og hvat rindað er í skatti. Frágreiðingin skal eisini siga, hvussu stór ognin er, hvussu nógv starvsfólk eru, hvat slag av virksemi, ið samtakið rekur, og hvørjar eindir, ið eru partur av samtakinum.

Endamálið við land fyri land-frágreiðingum er at veita skattamyndugleikum upplýsingar til eftirlits. Land fyri land-frágreiðingar verða eftir ætlan at umbýta sjálvvirkandi við onnur lond.

Frá og við 2021 hava føroysk samtaksfeløg skulað latið inn land fyri land-frágreiðing

Eitt samtaksfelag er eitt felag ella fast rakstrarstað í fleirtjóða samtakinum, sí § 118 b, nr. 4 í skattalógini.

Sum meginregla er tað ultimativa móðurfelagið í einum fleirtjóða samtaki, sum hevur skyldu til at lata inn land fyri land-frágreiðing. Tað verður gjørt til skattamyndugleikan í tí rættardømi, har ultimativa móðurfelagið skattliga hoyrir heima. Hesin skattamyndugleikin skal tá lata land fyri land-frágreiðingina víðari til skattamyndugleikar í øðrum rættardømum, har ið fleirtjóða samtakið hevur virksemi, eisini í Føroyum.

Gev tó gætur, at sambært § 118 d, stk. 1 í skattalógini, harundir § 118 d, stk. 1, nr. 2, litra b, skulu eisini samstaksfeløg, sum ikki eru ultimativ móðurfeløg, men sum skattliga hoyra heima í Føroyum, lata inn land fyri land-frágreiðing, um Føroyar onga avtalu hava um sjálvvirkandi umbýti av land fyri land-frágreiðing við skattamyndugleikan í tí rættardømi, har ultimativa móðurfelagið skattliga hoyrir heima. Hetta, hóast Føroyar hava gjørt altjóða avtalu við landið um umbýti av skattaupplýsingum.

Hetta er støðan, um eingin avtala er um umbýting av land fyri land-frágreiðing millum Føroyar og annað land.

TAKS skal hava eina land fyri land-frágreiðing, um altjóða samtak kemur undir treytirnar fyri at lata inn land fyri land-frágreiðing, m.a. at samlaði umsetningurin hjá samtakinum eitt inntøkuár er 5,6 milliardir krónur ella meira.

Markið á 5,6 milliardir krónur skal tulkast sambært vegleiðingini hjá OECD um gjaldoyrasveiggj. Sí bls. 21 í Guidance on the Implementation of Country-by-Country Reporting undir snarslóðum.

Hevur eitt fleirtjóða samtak fleiri samtaksfeløg í Føroyum, sum hava skyldu at lata inn land fyri land-frágreiðing, skulu hesi sambært § 118 d, stk. 2, 1. pkt, í skattalógini sínámillum gera av, hvat teirra skal lata inn frágreiðingina.

TAKS skal hava avrit av fulltrú, um triðipersónur letur inn vegna felagið.

Innlatingarfráboðan

Sama hvat fyri samtaksfelag letur inn land fyri land-frágreiðingina, er tann regla galdandi, at hevur eitt føroyskt samtaksfelag leiklutin sum móðurfelag ella umboðsmóðurfelag í einum fleirtjóða samtaki, so skal tað sambært § 118 f, stk. 1, í skattalógini geva TAKS fráboðan um, hvat felag hevur skyldu til at lata inn land fyri land-frágreiðingina.

Er talan um føroyskt samtaksfelag, sum hvørki er móðurfelag ella umboðsmóðurfelag, so skal tað sambært § 118 f, stk. 2, í skattalógini geva TAKS fráboðan um, hvat felag í samtakinum hevur ábyrgd av at lata inn land fyri land-frágreiðingina, og hvar ið tað hoyrir skattliga heima.

TAKS skal hava avrit av fulltrú, um triðipersónur letur inn vegna felagið.

Oyðubløð og vegleiðing

Frágreiðingin verður gjørd við at fylla út eitt oyðublað, sum tú finnur undir snarslóðum her á síðuni. Tað eitur Land fyri land-frágreiðing og er á føroyskum og enskum. Undir snarslóðum er eisini ensk vegleiðing til at fylla út frágreiðingina.

Fráboðanin verður eisini gjørd við at fylla út eitt oyðublað. Tað eitur land fyri land-fráboðan. Finn tað undir snarslóðum.

Les um formkrøvini til frágreiðingina og fráboðanina í "Kunngerð um land fyri land-fráboðan". Hon er at finna undir snarslóðum.

Freistir og adressur

Land fyri land-frágreiðingin skal sambært § 118 c, stk. 2, í skattalógini latast inn í seinasta lagi 12 mánaðir eftir síðsta dag í tí inntøkuári, sum frágreiðingin er fyri.

Fráboðan skal sambært § 118 f, stk. 1, latast inn í seinasta lagi áðrenn inntøkuárið, sum land fyri land-frágreiðingin umfatar, endar.

Send frágreiðingina um álítandi postskipan til taks@taks.fo

ella lat okkum hana á annan tryggan hátt. Viðmerk "Land fyri land-frágreiðing".