Skriva út

Samskatting

At feløg eru samskattað merkir, at ein felags skattauppgerð verður latin inn fyri feløgini, sum eru fevnd av samskattingini.

Um samskatting

Skattauppgerð verður skrivað út til móðurfelagið fyri samlaða úrslitið hjá øllum teimum feløgum, sum eru fevnd av samskattingini. Dótturfeløgini skulu tó gera eina sjálvstøðuga uppgerð av teirra skattskyldigu inntøku, men úrslitið verður flutt á samlaðu uppgerðina, sum móðurfelagið letur inn og verður sett í skatt av.

At søkja um samskatting

Um ein ynskir, at felagið skal samskattast, skal ein skrivlig umsókn latast TAKS saman við sjálvuppgávum og roknskapum hjá teimum feløgum, sum skulu vera við í samskattingini.

Umsóknin um samskatting verður viðgjørd av Toll- og skattaráðnum.

Umsóknin um samskatting skal latast inn til TAKS innan innlatingarfreistina fyri sjálvuppgávuna, tað árið, sum umsóknin viðvíkir.

Treytir fyri samskatting

Partafeløg og/ella lutafeløg kunnu verða samskattað, treytað av, at talan er um móður-/dótturfeløg, har móðurfelagið antin einsamalt ella saman við einum ella fleiri av dótturfeløgunum, ið koma undir samskattingina, eigur allar kapitalpartar í teimum dótturfeløgum samskattingin viðvíkir, og hevur átt hesar alt rakstrarárið. Harafturat skulu feløgini hava sama roknskaparár, verða heimahoyrandi í Føroyum og ikki vera undir avtøku.

Kapitalvinningsinntøka

Samskatting av feløgum er bert galdandi fyri uppgerð av skattskyldigu inntøkuni eftir skattalógini og ikki uppgerð av skattskyldigari kapitalvinningsinntøku.

Tað einstaka felagið kann tó gera flytingar av úrslitum, sambært § 14, stk. 2 í Kapitalvinningsskattalógini, áðrenn skattskyldiga úrslitið, sambært Skattalógini, verður flutt til felags úrslitið svarandi til loyvi til samskatting.

Uppgerð av skattskyldigu inntøkuni

Samskattaðu feløgini skulu gera hvør sína uppgerð av skattskyldigu inntøkuni, síðan verður inntøkan tald saman í eina samskattingaruppgerð. Samskattingarinntøkan verður uppgivin á sjálvuppgávuni hjá móðurfelagnum.

Hall áðrenn samskatting

Áðrenn samskattingarinntøkan verður uppgjørd, verða ónýtt hall frá tíðarskeiðum, áðrenn feløgini vórðu samskattað, mótroknað í egnum avlopi, eisini í tann mun til ber at mótroknað í kapitalvinningsinntøku. Ónýtt hall verður flutt fram til mótrokning í egnum avlopi til eftirfylgjandi inntøkuár.

Hall í samskatting

Um feløg hava egin hall frá tíðarskeiðinum undir samskatting, skulu hesi fyrst mótroknast í egnum avlopi, eisini í tann mun til ber at mótroknað í egnari kapitalvinningsinntøku.

Um tað eftir hetta eru feløg í samskattingini, ið hava avlop, og feløg, ið hava hall, her undir hall í árinum og ónýtt hall frá tíðarskeiðum í samskatting, skal samlaða hallið, í tann mun tað kann rúmast í samlaða avlopinum, deilast lutfalsliga millum feløgini, ið hava avlop. Ónýtt hall undir samskatting verða flutt fram til mótrokning eftirfylgjandi inntøkuár.

Um eitt felag fær neyðskuldarsemju, skuldareftirgeving ella avtala verður gjørd um sjálvbodna skuldarsemju, verður avmarking bert framd í felagsins egna halli.

Úr samskatting

Um eitt felag fer úr samskattingini, skal móðurfelagið í samskattingini skrivliga boða TAKS frá hesum áðrenn freistin fyri rættstundis innlating av sjálvuppgávu er.

Um felag fer úr samskattingini, varðveitir tað egin ónýtt hall frá tíðarskeiðum áðrenn samskatting og egin ónýtt hall frá tíðarskeiðum undir samskatting.