Skriva út

Skattafrælsi

Ávís feløg kunnu fáa fult ella avmarkað skattafrælsi, um so er, at inntøkan eftir viðtøkunum einans verður brúkt til alment góðgerin ella kirkjulig, manngóð, listarlig, vísindalig ella tílík endamál.

Treytir fyri at fáa skattafrælsi

Feløg, sum kunnu fáa skattafrælsi eru t.d. tryggingarfeløg, vinnurekandi grunnar, fastognalánsfeløg, útlánsfeløg, veðlánsfeløg o.o. feløg. Feløgini eru nærri útgreinað í skattalógini § 1, stk. 1, nr. 9, 10 og 14.

Nærri ásetingar eru um, undir hvørjum treytum skattafrælsi verður játtað:

  • Í viðtøkunum skal vera ásett, hvussu farast skal fram, um felagið verður avtikið, og hvar ognir felagsins fara við avtøku. Trygd skal vera fyri, at ognirnar fara til endamál nevnd omanfyri (kunngerð nr. 86 frá 1999 um skattafrælsi §2, stk. 1).
  • Hetta vil m.a. eisini siga, at felagið á hvørjum ári skal lata TAKS roknskap saman við sjálvuppgávuni, sum vísir, hvussu vinningurin er nýttur í roknskaparárinum. Roknskapurin skal somuleiðis vísa, um útgjaldingar til persónar er løn til starvsfólk, samsýning til nevndarlimir ella løn fyri annað arbeiði.
Umsókn og mannagongd

Umsókn um skattafrælsi skal sendast TAKS við einum skrivi, og viðleggjast skulu galdandi viðtøkur og roknskapur fyri seinasta roknskaparskeið.

Um viðtøkurnar hjá felagnum eru greiðar við endamálsorðing og einari áseting, sum greitt sigur, hvar ognir felagsins fara við avtøku, verða viðtøkurnar vanliga góðkendar.

Áðrenn ein avgerð verður tikin, skal TAKS-ráðið fáa álit frá avvarðandi bý-/bygdarráð. Tá avvarðandi bý-/bygdarráð er komið við sínum tilmæli, er málið klárt at leggja fyri TAKS-ráðið.

Aftaná at TAKS-ráðið hevur havt fund og tikið avgerð, er tað umsitingin hjá TAKS, sum skal boða umsøkjaranum frá avgerðini hjá ráðnum og fráboða treytirnar, sum loyvið er givið undir.

Felagið skal í játtanartíðini kunna TAKS um allar viðtøkubroytingar og um avtøku av felagnum.

Send umsóknina við teldubrævi til taks@taks.fo

ella við vanligum brævi til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.