Skriva út

Skattur og royalty

Royalty er gjald fyri at kunna nýta annans upphavsrætt til bókmentaligt, listarligt ella vísindaligt verk. Tann, ið móttekur royalty, skal rinda skatt av tí.

Her lýsa vit skattareglurnar og greiða frá, hvussu rindari og móttakari skulu bera seg at. Niðast lýsa vit hugtøkini verk og upphavsrætt í stuttum.

Soleiðis verður royalty skattað

Royalty verður skattað sum vanlig inntøka, um móttakarin av gjaldinum hevur bústað í Føroyum

Hetta er sambært §§ 1 og 25 í skattalógini. Talan er um b-inntøku, ið skal fráboðast til TAKS. Les um tað í partinum "Bæði rindari og móttakari skulu boða TAKS frá royalty".

Royalty verður skattað við 0 ella 25%, um móttakarin hevur bústað uttanlands

0 ella 25 veldst um, hvørt landið, har móttakarin hevur bústað, hevur tvískattasáttmála við Føroyar ella ikki.

  • Hevur landið tvískattasáttmála við Føroyar, er skatturin 0%. Hetta er tí, at sambært sáttmálanum kunnu Føroyar ikki skatta royalty hjá hesum móttakarum.
  • Hevur landið ikki tvískattasáttmála, er skatturin 25%. Hetta er sambært § 2, stk. 1, litra c, í skattalógini og § 7 í ásetingarlógini. Talan er um bruttoskatt. Tað merkir, at móttakarin hevur ikki rætt til frádrátt fyri møguligar rakstrarútreiðslur.

Lond, sum hava tvískattasáttmála við Føroyar, eru Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Grønland, Ongland, Skotland, Wales, Norðurírland, Sveis, India, Guernsey, Jersey, Caymanoyggjar, Isle of Man, Bermuda og Bretsku Jomfrúoyggjarnar.

Bæði persónar og feløg kunnu vera móttakarar av royaltygjaldi

Orðið "móttakari" sipar í hesum teksti til persónar og feløg undir einum. Eru skattareglurnar ymiskar, verður greitt frá tí.

Gev bústaðarhugtakinum gætur

  • At persónur hevur bústað í einum landi merkir, at hann býr, hevur sítt tilknýti og kennir sín heimstað at vera í landinum, ella at hann hevur verið í landinum í meira enn 180 dagar í eitt 12 mánaða tíðarskeið.
  • At felag hevur bústað í einum landi merkir, at tað hevur sítt høvuðssæti og sína veruligu leiðslu í landinum.
Rindari eftirheldur 25% av royalty, um móttakari býr uttanlands

Hetta er skattur, sum rindari skal flyta á kontu hjá TAKS. Hetta er honum álagt sambært § 7 í ásetingarlógini. Saman við flytingini skulu upplýsast navn, bústaður og p-tal/v-tal hjá móttakara.

Finn kontunummur hjá TAKS undir snarslóðum her á síðuni.

Móttakari í útlandi kann søkja TAKS um at fáa skattin afturgoldnan

Tað kann vera, at hann býr í einum landi, sum hevur dupultskattaavtalu við Føroyar.

Søkt verður við skjalinum "Umsókn um afturgjald av royaltyskatti". Heinta tað undir oyðubløðum her á síðuni.

Rindari skal eftirhalda 25% av royalty, um móttakarin hevur bústað uttanlands

Rindari eftirheldur 25% av royalty, um móttakari býr uttanlands

Bæði rindari og móttakari skulu boða TAKS frá royalty

Soleiðis boðar rindari frá

Rindari boðar frá við skjalinum "Fráboðan um royaltygjald". Er bara ein móttakari, nýt skjalið "Fráboðan um royaltygjald – ein móttakari". Eru fleiri móttakarar, nýt skjølini "Fráboðan um royaltygjald – fleiri móttakarar" og "Móttakarar av royaltygjaldi". Heinta undir oyðubløðum her á síðuni, fyll út og send.

Freistin er 31. januar árið eftir útgjaldsárið. Boðast skal frá árliga.

Fráboðanarskyldan hjá rindara er staðfest í § 118, stk. 1, litra c, í skattalógini.

Soleiðis boðar móttakari frá

  • Persónar, sum ikki skulu lata inn roknskap, boða frá við at fyribilsskattaskráseta royaltygjaldið ella við at lata inn sjálvuppgávu og skriva gjaldið í teigin “260 Onnur inntøka, ofta eingangsinntøka.”
  • Persónar, sum skulu lata inn roknskap, boða frá við at upplýsa gjaldið í roknskapinum.
  • Feløg boða somuleiðis frá við at upplýsa gjaldið í roknskapinum.

Les meira um fyribilsskattaskráseting og sjálvuppgávu undir snarslóðum.

Um verk og upphavsrætt

Verk

Tosa vit um verk í sambandi við royalty, verður meint við bókmentalig, listarlig ella vísindalig verk. Eitt nú logo, nøvn, snið, filmar, modell, myndir, mynstur, tekstir, sendingar, tekningar, melodiir, telduforrit, loyniligar formlar og framleiðsluhættir og upplýsingar um handilsroyndir, ídnaðarroyndir og vísindaroyndir.

Upphavsrættur

Upphavsrættur er einkarætturin hjá tí, ið skapar eitt verk, til at ráða yvir tí, eitt nú til at kopiera, tillaga og almannakunngera tað. Upphavsrætturin byrjar altíð hjá tí, ið skapt hevur verkið. Rætturin kann síðan við bindandi avtalu heilt ella lutvíst verða yvirtikin av øðrum, til dømis verða seldur ella arvaður. Yvirtøka av upphavsrætti kemur ikki undir royalty, einans nýtslan av honum.

Meira at vita um verk og upphavsrætt?

Vita eitt nú í upphavsrættarlógini og á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Leinki eru undir snarslóðum her á síðuni.

Spurningar um royalty?

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.

Ivast tú í onkrum lógarligum í sambandi við verk og upphavsrætt?

Tá er best at spyrja Uttanríkis- og mentamálaráðið, sum umsitur økið. Tey vita at svara. Kontaktupplýsingar standa á heimasíðu ráðsins, www.ummr.fo.