Skriva út

Tonsaskattur

Tonsaskattur er skattur, sum er uppgjørdur eftir einum nettotonsatali, og sum partafeløg og smápartafeløg, sum skrásett eru í Føroyum, og sum reka reiðarívirksemi innan ferðafólkaflutning ella farmaflutning, ella sum reka aðra sjóvinnu innan eitt nú tænastuvirksemi o.a., kunnu rinda eftir reglunum í tonsaskattalógini.

Treytir fyri tonsaskatti

Fyri at kunna koma undir tonsaskattalógina, skal inntøka stava frá:

  1. vinnuligum reiðarívirksemi innan ferðafólkaflutning ella góðsflutning millum ymisk støð,* ella frá veitingum, ið hava tætt tilknýti til hesa inntøku, ella frá
  2. virksemi frá aðrari sjóvinnu sambært § 5a í tonsaskattalógini, eitt nú vaktartænastu og hjálpar- og tænastuvirksemi.

*) Við millum ymisk støð undir punkti 1 er bæði at skilja millum ymiskar havnir og millum eina havn og meginlandsgrunnin.

Inntøka undir tonsaskatti verður skattað eins og vanlig skattskyldig inntøka við 18%. Tað er uppgerðarhátturin, sum er óvanligur, tí skattskyldiga inntøkan verður gjørd upp grundað á eitt nettotonsatal í staðin fyri av yvirskoti, uppgjørt eftir skattalógini.

Tað er ein treyt, at skipini eru 100 bruttotons (BT) ella størri, og at tey eru skrásett í Føroysku altjóða skipaskránni (FAS) ella í Føroya skipaskráseting.

At gera upp skattskyldigu inntøkuna

Skattskyldiga inntøkan fyri hvørt skipið, sum er undir tonsaskattaskipanini, verður gjørd upp eftir nettotonsatalinum fyri hvørji 100 nettotons (NT) fyri hvørt byrjað samdøgur, sama um skipið hevur verið í rakstri ella ikki:

Upp í 1000 NT6 kr. fyri hvørji 100 NT
Úr 1.000 NT upp í 10.000 NT4 kr. fyri hvørji 100 NT
Úr 10.000 NT upp í 25.000 NT3 kr. fyri hvørji 100 NT
Úr 25.000 NT1 kr. fyri hvørji 100 NT


Tað er ikki ein treyt, at eitt felag skal reka reiðarívirksemi burturav, tó at bert reiðaríparturin av virkseminum kemur undir tonsaskattaskipanina.

Reiðarí, sum hava inntøku, ið kemur undir tonsaskattaskipanina, og sum samstundis hava aðra inntøku, skulu gera tonsaskattaða inntøku og aðra inntøku upp hvør sær.

Hevur felag hall í aðrari inntøku ella frá undanfarnum árum, kann hallið ikki dragast frá skattskyldugari tonsaskattainntøkuni, soleiðis sum hon verður gjørd upp eftir § 12 í Tonsaskattalógini. Hetta merkir, at sjálvt um felagið hevur hall í aðrari inntøku ella frá undanfarnum árum, skal tað rindað 18 % í skatti av tonsaskattainntøkuni uppgjørt eftir § 12 í Tonsaskattalógini.

Tá ið partafelagssjálvuppgávan verður fylt út, skal tonsaskattainntøkan skrásetast í teig 4, og onnur inntøka skal skrásetast í teig 1. Tonsaskattainntøkan skal á ongan hátt vera partur av teigi 1 í partafelagssjálvuppgávuni.

Fráboðan um skatting eftir tonsaskattalógini

Feløg, ið reka reiðarívirksemi, skulu skrivliga boða TAKS frá, um tey vilja verða skattað eftir tonsaskattalógini. Hetta skal í seinasta lagi verða gjørt, tá ið freistin at lata sjálvuppgávuna inn fyri inntøkuárið gongur út.

Avgerðin er bindandi fyri reiðaríið í trý ár. Ger felagið av ikki at brúka tonsaskattaskipanina, kann tað í fyrsta lagi koma undir skipanina eftir trimum inntøkuárum við skatting eftir vanligu reglunum í skattalógini.

Tá tonsaskattalógin verður nýtt, skulu øll skip og aðrar ognir, sum felagið eigur, og sum lúka treytirnar fyri tonsaskatting, vera í tonsaskattaskipanini. Feløg, sum gera skattskyldigu inntøkuna upp eftir tonsaskattalógini, kunnu ikki verða samskattað við onnur feløg.

Verða feløg, sum brúka tonsaskattaskipanina, løgd saman ella klovin, verður bindingartíðin upp á trý ár roknað sum tann sama sum bindingartíðin hjá tí reiðarínum, sum kom undir tonsaskattaskipanina seinast.

Inntøka eftir tonsaskattalógini

Inntøka, sum kann koma undir tonsaskatt, er skattskyldig inntøka í sambandi við vinnuligt virksemi við at flyta ferðafólk ella góðs (reiðarívirksemi) millum ymisk støð við

  1. skipum hjá reiðaríum
  2. skipum sum verða leigað uttan manning (bareboat-charter), og
  3. skipum, sum verða leigað við manning (timecharter) í upp til tveir mánaðir.

Eitt felag vil tí bert hava rætt til at vera undir tonsaskatti, um felagið rekur veruligt reiðarívirksemi við egnari ella leigaðari tonnasju (bareboat-charter) ella (timecharter).

Skip, sum reiðarí eiga, og sum verða útleigað, kunnu bert koma undir lógina, um leigarin nýtir tey til endamál, sum hevði komið undir lógina, um útleigarin sjálvur nýtti skipið til sama endamál.

Harumframt kunnu skip, sum reiðarí eiga, og sum verða útleigað uttan manning (bareboat-charter), bert koma undir hesa lóg, um reiðarí, grundað á fyribils yvirkapasitet, leiga skipini út í mesta lagi í trý ár.

Sama skip kann bert koma undir hesa áseting eina ferð, meðan sama reiðarí eigur skipið.

Tað er sostatt ein treyt fyri, at skip, sum verður útleigað, kann verða fevnt av tonsaskattaskipanini, um leigarin nýtir skipið til endamál, sum hevði komið undir tonsaskattalógina, at útleigarin sjálvur nýtti skipið til sama endamál.

Innan fyri shippingvinnuna er tað ikki óvanligt, at raksturin av skipinum heilt ella partvíst verður útveittur til eitt óheft fyristøðufelag. Tílík fyristøðufeløg gera vanliga ymiskar uppgávur av fyrisitingarligum slag fyri skipaeigararnar/reiðaríið, so sum manningafyrisiting, tekniska fyrisiting og viðlíkahald av skipinum.

Ikki heldur er tað óvanligt, at reiðarívirksemi verður rikið av øðrum felag, enn skipaeigarunum, og at eigararnir í veruleikanum bert eru óvirknir íleggjarar.

Um umsitingarfelagið í veruleikanum einans útinnir avmarkaðar uppgávur fyri eigaran/reiðaríið, sum hevur ta fíggjarligu ábyrgdina av rakstrinum av skipinum við at skipa fyri ferðafólka- og fraktrutum hjá skipunum, fraktavtalum, keyp og sølu av skipum o.ø., so rekur umsitingarfelagið ikki vinnuligt reiðarívirksemi/flutningsvirksemi við egnum ella leigaðum skipum. Tí kann umsitingarfelagið ikki skattast eftir tonsaskattalógini, men skal skattast eftir vanligu reglunum í skattalógini.

Virksemi, ið ikki kemur undir tonsaskattalógina

Nakrar avmarkingar eru í virkseminum, sum kann koma undir tonsaskattaskipanina, sjálvt um virksemið fer fram frá skipi, sum í øðrum sambandi kundi komið undir at flyta ferðafólk ella góðs eftir tonsaskattaskipanini.

Hetta virksemi kann ikki koma undir tonsaskattaskipanina:

  • Tað at forkanna, leita eftir ella útvinna kolvetni ella annað náttúruríkidømi.

Um talan hinvegin er um veruligt flutningsvirksemi, so sum útgerðarsigling við fólki ella góðsi úr havn til útbúnað úti á meginlandsstøði, kann hetta virksemið koma undir tonsaskattaskipanina. Eisini tað at flyta oljuúrdráttir o.tíl. frá meginlandsstøðinum til útbúnað á landi, kann koma undir tonsaskattaskipanina.

  • Fiskiskapur og tilvirkingarvirksemi.
  • Tað at gera og umvæla havnir, molar, brúgvar, at dýpa, dreggja eftir gróti, sandsúgva ella tílíkt virksemi.
  • Kavaravirksemi.
  • Tað at loðsa, tá skipini verða nýtt í havnum og kring havnir.
  • Tað at sleipa o.a., tó ikki tá ið skipið í minsta lagi í 50% av tíðini, tá tað í inntøkuárinum er í brúki, verður nýtt til sleipiuppgávur ella bjargingaruppgávur á sjónum.
  • Útbúgvingarvirksemi, sosialt og pedagogiskt virksemi o.tíl.
  • Savnsvirksemi og skipavarðveiting.
  • Ítrótta-, útferðar-, og frítíðarvirksemi.
  • Tað at nýta skip, ið støðugt liggja fyri akkeri, hvat endamál tað so er til.
  • Dýpingarmaskinur, flotkranar, flotdokkir, kaðaltrumlur, boripallar, flótandi kør og tílíkur útbúnaður er ikki at meta sum skip eftir tonsaskattalógini, og kemur tí ikki undir tonsaskattaskipanina. Sama er galdandi fyri prámar og uppskipingarbátar, uttan so at teir bera last og eru 2.000 bruttotons ella størri.
Reglur at gera upp fyri inntøku undir tonsaskatting

Reiðarí, sum hava inntøku, ið kemur undir tonsaskattaskipanina, og sum samstundis hava aðra inntøku, skulu gera tonsaskattaða inntøku og aðra inntøku upp hvør sær.

Reglur eru fyri, hvat skal skiljast sum bruttofíggjarinntøkur og bruttofíggjarútreiðslur eftir lógini, og hvussu hesar skulu verða býttar lutfalsliga eftir roknskaparliga virðinum á egnum ognum, sum eru knýttar at tonsaskattaða reiðarívirkseminum og øðrum virksemi. Víst verður til § 9 í lógini.

Tilvísing er í § 10 í tonsaskattalógini til skattalógina § 37 a um kontrolerað handilsviðurskifti, og at nýta teir prísir og treytir, sum høvdu verið nýtt, um talan var um viðurskifti millum óheftar partar. Reglurnar í skattalógini § 118 a eru galdandi samsvarandi. Verða ásetingarnar ikki fylgdar, verður skattskyldiga inntøkan regulerað samsvarandi reglunum í § 37 a í skattalógini, uttan mun til hvat reglurnar í tonsaskattalógini siga.

Í § 11 í lógini er áseting um, at um skuldin hjá felagnum er minni enn helmingurin av eginkapitalinum í felagnum við inntøkuársins enda, verður skattskyldiga inntøkan hækkað við muninum faldað við tí avkastsatsi, ið árliga er ásettur av TAKS. Skuldin og eginognin verða gjørd upp eftir roknskaparligu virðunum. Renturættingin skal takast við sum ein rentuútreiðsla í býtinum eftir § 9, stk. 1.

Skatting av vinningi og afturvunnum avskrivingum

Ásett er, at reglurnar í avskrivingarlógini eru ikki galdandi fyri ognir, sum heilt ella lutvíst eru undir tonsaskattaskipanini uttan so, at henda lóg beinleiðis vísir til avskrivingarlógina.

Reglur eru fyri, hvussu reiðarí skulu fyrihalda seg, tá skift verður frá skatting eftir vanligu reglunum í skattalógini til tonsaskatting. Eisini eru reglur fyri, hvussu reiðarí skulu fyrihalda seg, tá farið verður frá tonsaskattaskipanini til skatting eftir vanligu reglunum í skattalóggávuni.

Koma feløg, sum eru undir tonsaskattaskipanini, eftir ásetingunum í einum tvískattasáttmála, at hava heimstað í øðrum landi, Danmark ella Grønlandi, tá verða ognir og skuld, sum ikki framhaldandi eru undir føroyskari skattskyldu, roknað sum avhendað um flutningsmundið. Avhendingarupphæddin verður sett til virði í vanligum handli um flutningsmundið.

Eisini eru reglur um flutningsskatt, goldin í øðrum landi, at finna í lógini.

Váttan eftir § 19 í tonsaskattalógini

Reiðarí, sum brúka tonsaskattaskipanina, skulu í skattliga ársroknskapinum hvørt ár leggja við skrivliga váttan frá grannskoðara felagsins um, at treytirnar í § 4, stk. 3, 2. pkt. í tonsaskattalógini eru loknar.

Verða skip útleigað sambært § 4, stk. 3, er tað ein treyt fyri at nýta tonsaskattaskipanina, at leigarin einans nýtir skipið til virksemi, sum er umfatað av hesi løgtingslóg, og at góðkendur grannskoðari á hvørjum ári gevur eina váttan um, at treytirnar í § 4, stk. 3 eru loknar.