Lurta

Barsilspengar | Vinna

Sum sjálvstøðugt vinnurekandi skalt tú tekna trygging fyri at fáa barsilspengar. Hevur tú fólk í arbeiði, kanst tú fáa endurgjald fyri ein part av lønini, sum tú rindar teimum, meðan tey eru í barsilsfarloyvi.

Trygging

Við trygging hevur tú rætt til barsilspengar undir egnum barsilsfarloyvi. Tryggingin kostar 3.000 krónur um árið og skal hava verið í gildi samanhangandi í eitt ár, áðrenn tú kanst fáa útgjald.

Fyri at tekna tryggingina skalt tú senda Barsilsskipanini eina umsókn.

Heinta umsóknina og les meira um tryggingina á heimasíðuni hjá Barsilsskipanini á www.barsil.fo > trygging til sjálvstøðugt vinnurekandi.

Endurgjald

Fyri at fáa endurgjald fyri løn, sum tú rindar starvsfólki í barsilsfarloyvi, skalt tú senda Barsilsskipanini eina umsókn. Støddin á endurgjaldinum veldst um lønina hjá starvsfólkinum. Mesta endurgjald er tó 31.923 krónur um mánaðin.

Heinta umsóknina og les meira um endurgjaldið á heimasíðuni hjá Barsilsskipanini á www.barsil.fo > arbeiðsgevarar > treytirnar fyri at fáa barsilspening.

Freistin at søkja er 1 ár eftir barnsburð/ættleiðing

Verður umsóknin send eftir hesa freist, fæst einki endurgjald.

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.