Skriva út

Ferðastuðul

Ferðastuðul er peningaligur stuðul, ið verður veittur teimum, ið ferðast longri enn 20 km millum bústað og arbeiðsstað, og sum lúka treytirnar fyri at fáa stuðulin.

Søkjast kann um ferðastuðul fyri eitt hálvt ár í senn, og søkjast kann bert um útreiðslur, sum longu eru hildnar. Søkjast kann ikki fram í tíð.

Treytir fyri at fáa ferðastuðul

Fyri at fáa ferðastuðul, skal ein:

  • hava lønarinntøku,
  • vera búsitandi í Føroyum,
  • hava fulla skattskyldu í Føroyum,
  • hava útreiðslur av at ferðast millum bústað og arbeiðsstað,
  • hava meira enn 20 km at ferðast aftur og fram millum bústað og arbeiðsstað.*

*) Tó er minstafjarstøðan fyri 2010 og eldri ár lægri.

Hvør søkir, tú ella starvsfólkið?

Tað er starvsfólkið, ið hevur skyldu til at senda TAKS umsókn um ferðstuðul og at útfylla hana rætt, men ger TAKS eftirlit, er tað tú sum arbeiðsgevari, ið skal prógva, at upplýsta dagatalið er rætt.

Kanst tú fáa ferðastuðul sum arbeiðsgevari?

Ja og nei.

  • Ja, um tú starvast í egnum partafelagi, smápartafelagi, íløgufelagi e.tíl. og har ígjøgnum fært a-inntøku.
  • Nei, um tú ert sjálvstøðugt vinnurekandi í einstaklingsvirki, íognarfelagi e.tíl. og har ígjøgnum fært b-inntøku.

Lýkur tú treytirnar?

Send so TAKS eina umsókn talgilt ella manuelt:

  • Talgilt: Finn umsóknina á Borgaraglugganum ella á Vanganum, fyll út og send. Les meira um Borgaragluggan og Vangan undir snarslóðum og síggj, hvussu tú fært atgongd.
  • Manuelt: Heinta umsóknina undir oyðubløðum her á síðuni, fyll út og send við vanligum brævi til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella við teldubrævi til ferdastudul@taks.fo.

Undir snarslóðum sært tú dømi um rætt útfylta ferðastuðulsumsókn.

Tað er eingin umsóknarfreist. Tú kanst altíð søkja.

Gev gætur, at søkjast kann um ferðastuðul fyri eitt hálvt ár í senn, og søkjast kann bert um útreiðslur, sum longu eru hildnar. Søkjast kann ikki fram í tíð.

Fá meira at vita

Klikk á "Ferðastuðul (starvsfólk)" undir snarslóðum og fá meira at vita um upphæddir og um møguleikar og mannagongdir hjá tær og starvsfólki tínum í sambandi við ferðastuðul.