Skriva út

Trygdargrunnurin

Trygdargrunnurin fyri avreiðingar og lønir, vanliga bara nevndur Trygdargrunnurin, er grunnur, sum allir arbeiðsgevarar í Føroyum rinda í. Endamálið við grunninum er at veita starvsfólkum løn, sum tú eigur til góðar, um arbeiðspláss teirra fer á húsagang. Gev gætur, at hesin trygdargrunnur skal ikki blandast við Trygdargrunn Fiskivinnunnar, ið hevur aðrar uppgávur og verður umsitin av øðrum stovni.

Hvussu nógv rindi eg sum arbeiðsgevari í grunnin?

Mesta gjald er 2/1000 av teimum A-inntøkum, sum tú rindar um árið.

Meira at vita?

Vel "Trygdargrunnurin, starvsfólk" undir snarslóðum og les um møguleikar og mannagongdir hjá tær og starvsfólki tínum í sambandi við Trygdargrunnin.