Skriva út

Vinnusjúkugrunnurin

Vinnusjúkugrunnurin er grunnur, sum arbeiðsgevarar rinda til, og sum letur endurgjald til teirra, ið fáa varandi mein ella missa arbeiðsførleikan av starvi sínum, og sum aðramáta lúka treytir grunsins. Tað er Føroya vanlukkutryggingarráð, sum tekur avgerðir í málum um vinnusjúkur. TAKS hevur dagligu umsitingina um hendi og krevur inngjøldini inn.

Hvat er ein vinnusjúka?

Ein vinnusjúka er sjúka, sum stendst av, at ein er ella hevur verið fyri skaðiligum árini í arbeiðshøpi. Afturímóti arbeiðsvanlukkum, sum henda brádliga, so merkjast vinnusjúkur ofta ikki fyrr enn langt eftir, at skaðiliga árinið byrjaði. Vinnusjúkur kunnu eisini vera sjúkur, sum raka børn í móðurlívi orsakað av skaðiligum arbeiðsárinum á mammuna.

Vinnusjúkur kunnu til dømis stava frá arbeiði, har ein lyftir tungt, har nógvur gangur er, har ein arbeiðir við vandamiklum evnum ella hevur nógvar einsháttaðar og endurtakandi rørslur. Dømi um vinnusjúkur kunnu vera astma, eksem, ovurviðkvæmi, niðursett hoyrn, kronisk pína í beinagrind o.a.

Síggj allar vinnusjúkur í vinnusjúkuskránni

Heinta hana undir snarslóðum her á síðuni.

Føroya vanlukkutryggingarráð ger av, um talan er um vinnusjúku

Avgerðin verður tikin, um læknaligar og tøkniligar royndir hava víst, at sjúkan sannlíkast stavar frá skaðiligum arbeiðsárinum og ikki av øðrum viðurskiftum.

Er sjúkan ikki nevnd í vinnusjúkuskránni, kann hon kortini verða viðurkend, um Vanlukkutryggingarráðið metir, at sjúkan sambært nýggjastu læknafakligu vitanini lýkur krøvini um vinnusjúku, ella um sjúkan heilt ella fyri tað mesta má verða hildin at stava frá viðurskiftum í sambandi við arbeiði.

Hvussu nógv rindi eg í grunnin sum arbeiðsgevari?

Gjaldið til Vinnusjúkugrunnin er 0,1% av árligu A-inntøkunum, ið tú sum arbeiðsgevari rindar starvsfólkinum. Gjaldið verður goldið saman við barsilsinngjaldinum og verður innkravt við mánaðarligari rokning.

Rokningin verður send á www.minrokning.fo. Har kanst tú eisini fáa gjaldið avgreitt sjálvvirkandi, ella tú stovnar eina gjaldsavtalu við TAKS. Tað lættir um, tí tá verður gjaldið til Vinnusjúkugrunnin flutt sjálvvirkandi av kontu tíni. Vel "Gjaldsavtala við TAKS" undir snarslóðum og les meira um hetta.

Hvør hevur skyldu til at boða frá vinnusjúku?

Sum arbeiðsgevari hevur tú fráboðanarskylduna. Er talan um sjálvstøðugt vinnurekandi ella persón, ið roynir at bjarga mannalívi, liggur fráboðanarskyldan hjá tí tryggjaða ella avvarðandi hansara.

Soleiðis verður boðað frá

Boðað verður frá vinnusjúku við at senda eitt umsóknarblað til Føroya vanlukkutryggingarráð. Umsóknarblaðið eitur “Fráboðan um vinnusjúku”. Tú finnur tað undir snarslóðum her á síðuni. Til ber eisini at ringja til Vinnusjúkugrunnin á telefon 79 27 66 og fáa umsóknarblaðið sendandi. Telefontíð er mánadag til hósdag frá 10 til 15.

Send umsóknina við vanligum brævi til

Føroya vanlukkutryggingarráð
c/o Sorinskrivarin í Føroyum
C. Pløyens gøta 1
Postboks 28
FO 110 Tórshavn

Fráboðanarfreist

Fráboðanarfreistin er 9 yrkadagar eftir, at tú sum arbeiðsgevari fært varhugan av, at sjúka kann stava frá arbeiði.

Meira at vita um vinnusjúku?

Ring til Føroya vanlukkutryggingarráð á telefon 35 84 64 mánadag til fríggjadag millum 9 og 12 ella send eitt teldubræv til fvr@sorinskrivarin.fo.