Skriva út

ATA Carnet

ATA Carnet er altjóða tollskjal, sum loyvir toll- og avgjaldsfríum útflutningi og innflutningi av vøru í upp til eitt ár. Vøran skal síðan flytast aftur til tað landið, haðan hon kom. ATA Carnet er grundað á altjóða avtalu millum fjøld av londum í Evropa, Norðurmerika, Suðuramerika, Asia, Afrika og Osiania.

Fyrimunir við ATA Carnet

Fyrimunurin við ATA Carnet er, at tú sum innflytari ikki skalt rinda toll og avgjald ella stilla aðra trygd fyri vøruni. Harafturat tryggjar skipanin tollmyndugleikanum toll og avgjald, um vøran ikki er flutt úr aftur landinum áðrenn ásetta freist. Eitt loyvi hevur gildi í upp til eitt ár og kann brúkast í fleiri londum í hesum tíðarskeiði.

ATA Carnet kann tó bara nýtast til ávísar vørur til ávís endamál, eitt nú til:
- framsýningar
- handilsmessur
- ávísa útgerð so sum filmsútgerð, radioútgerð, tónleikaútgerð o.tíl.

Vørur, sum verða innfluttar við ATA Carnet, kunnu heldur ikki seljast.

At søkja um ATA Carnet

Tað er Dansk Erhverv, sum skrivar út ATA Carnet-loyvi, og higar skulu føroyskar fyritøkur senda umsóknir um slík loyvi. Adressan er:

Dansk Erhverv
Børsen
DK-1217 København K

Gev gætur

Á heimasíðuni hjá Dansk Erhverv ber eisini til at síggja kostnað, umsóknarfreistir og aðrar treytir. Leinkið til síðuna er undir snarslóðum.