Hvat er tollur?
Tollur er gjald, sum Løgtingið kann leggja á innflutta vøru fyri at fáa inntøku til landskassan, summpart eisini fyri at verja framleiðsluna av vøru í Føroyum.
Hvussu nógvan toll rinda vit?
Hvussu nógvan toll, vit skulu rinda av hvørjari einstakari vøru, verður stýrt av toll- og vøruskránni, ið vit hava gjørt avtalu við onnur lond um at fylgja. Vanliga er talan um 5-10%, sum verða løgd aftur at tí, sum tað kostar at keypa vøruna og at fáa hana til Føroya.
Rinda vit altíð toll?
Nei.
- Vit rinda ikki toll av vørum, sum kosta undir kr. 300 við flutningsgjaldi.
- Vit rinda heldur ikki altíð toll av vørum, sum kosta meira enn hetta. Skalt tú vita, um tollur skal rindast av ávísari vøru, ber til at hyggja í toll- og vøruskránna, sum er eitt uppslagsverk yvir toll og onnur avgjøld á vørum úr útlondum.
- At enda rinda vit heldur ikki toll fyri vørur, sum vit keypa úr londum, ið Føroyar hava fríhandilssáttmála við. Tey londini sært tú niðanfyri. Minst til, at tú skalt kunna prógva, at vøran er framleidd í slíkum landi.
Hvørji lond hava Føroyar fríhandilssáttmála við?
Belgia, Bretland, Bulgaria, Danmark, Estland, Eysturríki, Finnland, Frakland, Grikkaland, Írland, Ísland, Italia, Kekkia, Kroatia, Kypros, Lettland, Litava, Luksemborg, Malta, Niðurlond, Noreg, Pólland, Portugal, Rumenia, Slovakia, Slovenia, Spania, Sveis, Svøríki, Týskland og Ungarn.