Einans Apoteksverkið kann innflyta heilivág til Føroya, eisini djóraheilivág.
Verður komið fram á heilivág í eini sending, verður hann latin løgregluni, sum avgreiðir málið við móttakaran. TAKS kunnar altíð móttakaran fyrst. Onnur lóglig vøra í somu sending verður útflýggjað, tá ið málið er avgreitt.
Natúrheilivágur og kostískoyti
Natúrheilivágur og kostískoyti eru vanliga ikki heilivágur og kunnu oftast innflytast av privatpersónum. Í ivamálum verður vøran afturhildin í tollinum, til Apoteksverkið hevur váttað, at hon ikki er heilivágur. Tað er altíð Apoteksverkið, sum ger av, um vøra er heilivágur ella ikki.
Veska til elektroniskar sigarettir
Veska til elektroniskar sigarettir er heilivágur, um hon inniheldur nikotin. Tá er ikki loyvt at innflyta hana.