Tollavgreiðsla av skipum, bátum og flogførum
Skip, bátar og flogfør, sum koma úr útlondum, ella sum hava ótollaða vøru umborð, skulu ringja til tolleftirlitið og boða frá komu í minsta lagi 24 tímar, áðrenn komið verður í føroyskt tolløki, t.e. 12 fjórðingar úr landi, ella í seinasta lagi 1 tíma aftaná at farið er úr útlendskari havn.
Samstundis skulu øll tollskjøl latast tolleftirlitinum við telduposti ella telefaksi, útfylt og undirskrivað sambært ávísingum í skjølunum.
Skip og bátar skulu altíð lata tolleftirlitinum yvirlit yvir tollskyldugar vørur, manningarlista og tollfrásøgn fyri skip. Skjølini eru at finna undir snarslóðum her á síðuni við frámerkjunum T26, T27 og T28.
Flogfør skulu lata inn tollfrásøgn fyri flogfør. Finn skjalið undir snarslóðum her á síðuni. Tað hevur frámerkið T30.
Harumframt skulu skip og flogfør alt eftir førningi lata inn hesi skjøl:
- Farmaskjøl
- Ferðafólkalistar
- Fakturar yvir keyptar vørur í útlondum
- Tollfrásøgn frá síðstu havn
- Heilsuváttan (Maritime Declaration of Health)
- Reinførisváttan (Ship Sanitation Control Exemption Certificate)
Skip og bátar
Boðað verður frá komu á telefon +298 44 73 05.
Flogfør
Boðað verður frá komu á telefon +298 35 77 10.
Skip og bátar
Tollskjøl verða send við telduposti til customs@taks.fo.
Flogfør
Tollskjøl verða send við telduposti til tollvald@taks.fo.