Skriva út

Tollur og útflutningur

TAKS skrásetir alla vøru, sum verður flutt úr Føroyum. Bæði hana, sum verður útflutt sum farmur ella postur, og landingar hjá føroyskum fiskiførum av fiski og fiskavørum í útlondum ella til útlendsk móðurskip. TAKS letur upplýsingarnar til Hagstovu Føroya, sum hagtalsviðger upplýsingarnar. Fyritøkur og borgarar kunnu so biðja Hagstovuna um hagtøl. Hagtøl finnast eisini á heimasíðuni hjá Hagstovuni.

Upplýsingar um útflutning

Fyritøkur, sum flyta út vøru vinnuliga, hava skyldu til at lata TAKS upplýsingarnar um útflutningin. Sama er galdandi fyri flutningsfeløg, Posta og speditørar, sum flyta út vøru. Upplýsingarnar skulu latast TAKS, áðrenn vøran verður avskipað til útflutnings ella latin Posta, flutningsfelagi ella speditøri.

Vøruskráseting

Toll- og vøruskráin er grundarlagið undir vøruskrásetingini. Eins og tá vøra verður innflutt, skal hvør vøra hava sítt altjóða vøruskránummar. Er ivi um, hvat nummar ein vøra skal hava, kann TAKS vegleiða. Tú finnur toll- og vøruskránna undir snarslóðum.

Hesi skjøl skulu nýtast, tá ið vøra verður útflutt:

1. Farmagjaldsrokning
2. Fakturi
3. Upprunaváttan
4. Útflutningskjal T25

Harumframt kann vera neyðugt við øðrum skjølum, t.d. heilsuváttanum, veiðuváttanum og møguligum loyvum frá øðrum myndugleikum.

1. Farmagjaldsrokningin skal innihalda upplýsingar um:
    - Navn, bústað og v-tal hjá avsendara og móttakara
    - Farmabrævsnummar
    - Tal av kolli
    - Vøruheiti
    - Nettovekt og bruttovekt

2. Fakturin skal innihalda upplýsingar um:
    - Navn, bústað og v-tal hjá avsendara og móttakara
    - Tal av kolli, vøruheiti, nettovekt og bruttovekt
    - Fakturavirði fyri hvørja reglu/vøru sær og samlað
    - Upprunaland, EUR 1-skjal ella fakturaváttan

3. Upprunaváttan skal innihalda upplýsingar um:
    - Navn og bústað á avsendara
    - Tal av kolli, vøruheiti og bruttovekt
    - Upprunaland og nýtsluland
    - Undirskrift útflytarans

4. Útflutningskjalið T25 skal innihalda upplýsingar um:
    - Navn, bústað og v-tal hjá útflytara og keypara
    - Navn á flutningsfarinum, vøran verður avskipað við
    - Avskipingardagur/útflutningsdagur
    - Hvat slag av upprunastaðfesting EUR 1, ella fakturaváttan, raðnummar
    - Fakturanummar og fakturadagfesting
    - Kollital, nettovekt og bruttovekt
    - Fakturavirði í FOB-virði
    - Toll- og vøruskránummar fyri hvørt vøruslag sær
    - Flutningskostnað
    - Nýtsluland

Upprunaváttanin kann antin vera ein EUR 1-váttan ella ein fakturaváttan, sum er áteknað fakturan. Upprunaváttan kann bara nýtast til vøru, sum hevur uppruna í Føroyum ella einum av londunum, sum vit hava fríhandilssáttmála við. Føroyar hava fríhandilssáttmála við Ísland, Noreg, Sveis og øll ES-lond. Er eingin upprunaváttan við, kemur vøran undir GATT-toll í tí landi, hon skal til, sama um hon hevur uppruna sín í einum landi, vit hava avtalu við.

Ein EUR 1-upprunaváttan kann brúkast, sama hvussu lítil ella stór fakturaupphæddin er á upprunavøruni. Ein EUR 1-upprunaváttan skal altíð váttast og áteknast av TAKS, tá ið tað er vøra, sum verður útflutt úr Føroyum.

Í staðin fyri EUR 1-upprunaváttan kann ein fakturaváttan brúkast. Skilt verður ímillum fakturaváttan, hvørs virði á upprunavøruni er undir ella yvir eitt virði á 6.000 evrur.

Er fakturavirðið á upprunavørunum upp til 6.000 evrur, skal upprunaváttanin á fakturanum vera soljóðandi: “The exporter of the products covered by this document declares that, except where otherwise clearly indicated, these products are of : (navn á upprunaland).preferential origin”

Er fakturavirðið á upprunavørunum meira enn 6.000 evrur, skal omanfyrinevnda váttan eisini hava eitt løggildisnummar frá tollmyndugleikanum í avsendaralandinum. Váttanin skal tá verða soljóðandi: “The exporter of the products covered by this document, customs authorization No........................... declares that, except where otherwise clearly indicated, these products are of (navn á upprunalandi) preferential origin”

Skal útflytari kunna nýta størru fakturaváttanina, tá ið talan er um virði á meira enn 6.000 evrur, skal hann hava løggilding frá TAKS til at skriva og nýta váttanina. Eftir umsókn fær útflytarin eitt løggildisnummar, sum skal standa í fakturaváttanini.

Umsókn um loyvi til at skriva fakturaváttan finnur tú undir snarslóðum.

Kumuleringsskipanin EUR-MED

Til ber at brúka og meirviðgera tilfar, sum hevur uppruna í einum landi, sum Føroyar hava fríhandilssáttmála við, og útflyta meirviðgjørdu vøruna tollfrítt inn í eitt av avtalulondunum. Føroyar hava fríhandilssáttmála við Ísland, Noreg, Sveis og øll ES-lond.

Tá vøra verður útflutt eftir kumuleringsskipanini, skal útflytarin brúka eina EUR-MED upprunaváttan ella eina EUR-MED fakturaváttan. Í váttanini skal útflytarin tilskila, hvørjum upprunalandi tilfar til lidnu vøran er meirviðgjørt saman við. Váttaninar eru einsljóðandi, sum nevndar omanfyri.

Sum dømi ber eftir avtaluni til at flyta inn fisk úr Noregi, meirviðgera hann í Føroyum, og flyta hann út aftur úr Føroyum tollfrítt inn til ES sum føroyskan uppruna.

Leinki til yvirlit yvir handilssáttmálar finnur tú undir snarslóðum.