Skriva út

Transittvøra

Transittvøra er vøra, ið antin verður skipað upp á tolløkið og endurútflutt til annað land, ella vøra, sum skipum og flogførum tørvar, meðan tey eru stødd á tolløkinum. Slíka vøru heimilar tolllógin at flyta inn tollfrítt.

Treytir

Vøra, sum verður endurútflutt til annað land

Er talan um slíka vøru, er tað ein treyt, at hon skal flytast út aftur í sama líki og standi, sum hon er innflutt í. Tað merkir, at meðan vøran er á tolløkinum, skal hon ikki pakkast um ella pakkast út. Tað er eisini ein treyt, at vøran skal liggja á goymslu hjá flutningsfelagi ella postavgreiðslu, til hon verður flutt úr aftur Føroyum. Hetta skal í høvuðsheitum verða gjørt í seinasta lagi ein mánað eftir, at hon er komin til landið. Um ikki, er § 18 í tolllógini galdandi.

Heimildin fyri tollfrítøku av hesi vøru er at finna í § 12, stk. 2 í tolllógini. Harumframt er rundskriv nr. 3 frá 1995 eisini galdandi.

Vøra, sum skipum og flogførum tørvar, meðan tey eru stødd á tolløkinum

Við slíkari vøru er tað ein treyt, at hon skal brúkast umborð á skipinum ella flogfarinum, og at skipið ella flogfarið sleppur ikki víðari uttan. Hetta kunnu t.d. vera eykalutir ella annað tílíkt.

Heimildin fyri tollfrítøku av hesi vøru er at finna í § 7, stk. 1, a í tolllógini.

Skjøl

TAKS kann krevja, at tá ið transittvøra verður innflutt, skal tað vera tilskilað á serskildum transittmanifesti, sum sigur frá, nær vøran er innflutt, og við hvørjum flutningsfari. Somuleiðis kann TAKS krevja, at vøra, tá ið hon verður endurútflutt, skal vera tilskilað á serskildum transittmanifesti, sum sigur frá, nær og við hvørjum flutningsfari, hon varð innflutt.

Er talan um vøru at nýta á flogfari ella skipi, skal umboðsmaður ella skipari vátta á farmabrævið, at vøran er móttikin.