Lurta

300 krónu-reglan

Ein sending er tollfrí, um innihaldið hevur eitt samlað virði – við frakt og trygging – á maks 300 krónur. Tá fært tú hana fyri tað, sum tú keypir hana fyri frá handlinum, pluss frakt og møguliga trygging.

Hvat er ein sending?

Ein sending er ein samlað eind av vørum, sum ein handil sendir til tín í einum og sama flutningi.

Ein sending kann innihalda fleiri vørur, og tað er samlaða virðið – við frakt og trygging – sum avger, um tú skalt rinda toll ella ikki.

Dømi: Keypir tú fýra vørur, sum kosta 100 krónur hvør, og tær verða sendar saman í einari sending, er samlaða virðið 400 krónur, og tú skalt rinda toll.

Samanumtikið: Tað er ikki prísurin á hvørjari vøru sær, men samlaða virðið á allari sendingini, sum er avgerandi.

Undantøk frá 300 krónu-regluni

300 krónu-reglan er ikki galdandi fyri vøru, sum krevur serligt loyvi til innflutning – til dømis vápn, heilivág, rúsdrekka og fýrverk.

Hon er heldur ikki galdandi fyri vøru, sum er avgjaldsskyldig sambært løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi – eitt nú leskidrykk, mjólkarúrdrátt og góðgæti.

Sí øll undantøk í frumskjali 1 og frumskjali 3 til toll- og vøruskránna.