Skriva út

Einstaklingsvirki

Eitt einstaklingsvirki er eitt virki, sum bert hevur ein eigara, sum heftir persónliga fyri alla skuld hjá virkinum.

Skráseting

Tá einstaklingsvirki skal skrásetast, skal skrásetingarskjal til vinnuskránna og ein rakstrarætlan sendast til TAKS. Rakstrarætlanin kann gerast fyri eitt ár, men um mett verður, at munandi broytingar verða av virkseminum komandi árini, er gott at gera rakstrarætlanina fyri tvey til trý ár.

Rætting

Allar rættingar skulu fráboðast vinnuskránni skrivliga og skulu verða undirskrivaðar av eigaranum.

Frámelding

Tá virksemið heldur uppat, skal fráboðan sendast TAKS. Hetta verður gjørt við at senda inn frámeldingarskjal. Allir teigarnir á frámeldingarskjalinum skulu fyllast út. Tíðarskeiðið, virkið skal frámeldast frá, er tann dagurin, virksemið veruliga er hildið uppat.

Oyðublaðið er at finna undir snarslóðum.