Skriva út

FAS og Bareboat

Tey feløg, sum hava skip skrásett í FAS og Bareboat, skulu hava serskilt v-tal til hesar lønarflytingar.

  • Feløg, sum hava skip skrásett í FAS, skulu saman við umsóknini um serskilt v-tal senda avrit av váttan frá skipaskrásetingini.
  • Feløg, sum hava Bareboat-leigað skip, skulu saman við umsóknini um serskilt v-tal senda bareboat-sáttmálan.

Umsóknin er at finna undir snarslóðum. Fyll út og send við vanligum brævi til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella við teldubrævi til taks@taks.fo.