Skriva út

Íognarfeløg

Eitt íognarfelag er eitt felag við tveimum ella fleiri luttakarum (fysiskir ella juridiskir persónar), sum hava avtalað at reka vinnuvirki saman. Hvør luttakari ber samábyrgd (beinleiðis og solidariska) við allari ogn síni mótvegis kreditorum hjá virkinum.

Skráseting

Tá eitt íognarfelag skal skrásetast í vinnuskránni, skulu hesi skjøl sendast TAKS:

  • Skrásetingarskjal til vinnuskránna. Skal undirskrivast av øllum eigarunum.
  • Rakstrarætlan fyri eitt ár. Um mett verður, at munandi broytingar verða av virkseminum komandi árini, er gott at gera rakstrarætlanina fyri tvey til trý ár.
  • Íognarsáttmáli. Skal sum minsta krav innihalda upplýsingar um endamál hjá felagnum, navn og bústað hjá bæði eigarunum og felagnum. Skal eisini upplýsa í prosentum, hvat hvør eigari eigur í felagnum.

Íognarfeløg, har allir eigarar eru juridisk feløg, skulu skrásetast hjá Skráseting Føroya. Hesi feløg skulu eisini senda skrásetingarskjal saman við fylgiskjølunum til TAKS.

Rætting

Allar rættingar skulu fráboðast vinnuskránni skrivliga og skulu vera undirskrivaðar av eigarunum. Er talan um broytingar í eigaraviðurskiftunum hjá felagnum, skal nýggjur sáttmáli sendast inn. Vil ein av eigarunum selja sín part í felagnum, skal fráboðan, sum er undirskrivað av seljara og keypara, sendast TAKS. Er talan um íognarfelag við tveimum eigarum, har annar ikki vil vera við meira, skal v-tal frámeldast.

Frámelding

Tá ið virksemið heldur uppat, skal fráboðan sendast TAKS. Hetta verður gjørt við at senda inn frámeldingarskjal. Allir teigarnir á frámeldingarskjalinum skulu fyllast út, og skrásetingarskjalið skal undirskrivast av øllum eigarunum. Eru bert tveir persónar í íognarfelagnum, og annar flytur av landinum, doyr ella ikki vil vera við meira, skal v-tal frámeldast. Tann eigarin, sum heldur fram, skal tá skráseta seg við nýggjum v-tali sum eitt einstaklingsvirki.

Finn oyðublaðið undir snarslóðum.