Skriva út

Serskilt v-tal til sjóinntøku

Feløg, sum verða skrásett í vinnuskránni undir vinnugreinini fiskiveiða, fáa, tá tey senda umsókn inn um v-tal, eisini sendandi eitt v-tal, sum skal brúkast til lønarútgjaldingar av sjóinntøku.

Feløg, sum broyta vinnugrein til fiskiveiðu, og sum ikki hava eitt serstakt v-tal til sjóinntøku, skulu senda TAKS umsókn um serskilt v-tal. Umsóknarblaðið finnur tú undir snarslóðum.

Frádráttur í inntøku av fiskiveiðu

Inntøka frá fiskiveiðu hevur ein frádrátt. Tí verður skattskyldiga inntøkan lækkað 14%, áðrenn skattur verður roknaður. Tann parturin av inntøkuni frá fiskiskapi, sum er hægri enn 470.000 kr., verður ikki lækkaður.

Frá 1. januar 2024 er stigvís minking í frádráttnum:
Fyri 2024 er frádráttur á 14% av samlaðu hýruni upp til 400.000 kr.
Fyri 2025 og frameftir er frádráttur á 14% av samlaðu hýruni upp til 300.000 kr.

Nær skal serskilt v-tal til sjóinntøku nýtast?

Serskilt v-tal til sjóinntøku skal bert nýtast til skattskyldiga inntøku á fiskiskipi ella útróðrarbáti og til bjargingarløn, løn fyri sleip og annað, sum ognast bátinum á veiðuferð, ella tá farið verður til hjálpar.

Sjóinntøka hjá útróðrarbátum

Fyri útróðrarbátar verður inntøka fyri heimaegning eisini roknað sum sjóinntøka. Treytin fyri at egnarar fáa løn útgoldna sum sjóinntøku er, at teir eru partur av fastari manning og fáa løn, sum er partur av veiðuni á jøvnum føti við teir, sum eru úti við bátinum.

Í mesta lagi tveir av føstu manningini kunnu fáa løn fyri heimaegning.

Øll onnur inntøka verður skattað sum inntøka á landi og ikki sum veiðuinntøka. Her undir kemur egning, sum serlig samsýning verður latin fyri, inntøka av at gera nýggja útgerð til bátin, hjálp til at røkja bátin og vinningur av skiparakstri, gjørdur upp eftir vanligu reglunum í skattalógini,

Hesar treytir eru galdandi, fyri at inntøka kann roknast sum sjóinntøka:
1) Manningin er mynstrað eftir sáttmála millum Føroya reiðarafelag og viðkomandi yrkisfelag, ella millum Meginfelag útróðrarmanna og báta- og skipaeigarar.
2) Har eingin sáttmáli er, er treytin, at mynstrað verður, ella at hýra verður avtalað eftir sáttmála millum viðkomandi reiðara ella skipaeigara og viðkomandi persón ella yrkisfelag.

Sáttmálin ella avtalan skal sum minsta mark lúka krøvini, sum eru sett í grein 25a, stk. 4 í skattalógini.

Um tann, ið er við føroyskum fiskiskipi, eigur part í skipinum, verður bert tann parturin av inntøkuni roknaður sum veiðuinntøka, sum er gjørdur upp við sama uppgerðarhátti sum hjá hinum av manningini.