Skriva út

Tá eigari av einum virki flytur av landinum

Flytur ein av landinum og eigur eitt virki, skulu stundum gerast broytingar í viðurskiftunum við TAKS, stundum ikki. Tað veldst um, hvat tað er fyri eitt virki.

Íverksetarafeløg, partafeløg og smápartafeløg

Neyðugt er ikki at gera nakrar broytingar.

Íognarfeløg

Neyðugt er ikki at gera nakrar broytingar, so leingi sum onkur annar eigari av virkinum býr í Føroyum. Býr eingin annar eigari her, skalt tú fylgja reglunum í partinum, sum eitur “Einstaklingsvirkir”.

Einstaklingsvirkir

Neyðugt er at gera broytingar, alt eftir, um virkið er mvg-skrásett, og um virksemið heldur fram ella ikki.

Um virksemið heldur fram

Er virkið mvg-skrásett, so skal eitt umboð vera vegna virkið í Føroyum. Umboðið skal fylla út og undirskriva oyðublaðið "Umboð í Føroyum vegna útlendskt virki – skuldbindingarreglur." Tú finnur tað undir snarslóðum. Gev gætur, at umboðið og virkið hava samábyrgd.

Er virkið ikki mvg-skrásett, er ikki neyðugt at gera broytingar.

Um virksemið ikki heldur fram

Virkið skal frámeldast í vinnuskránni. Fyll tá út oyðublaðið “Frámeldingarskjal til Vinnuskránna – uppathald/avhending”. Tú finnur tað undir snarslóðum.